Fegnast um fólkavøkstur á Tvøroyri

Verri stendur til í Suðuroynni sum heild, har fólkatalið samanlagt er minkað við 34 seinasta árið

Seinastu tølini hjá Landsfólkayvirlitinum yvir gongdina í fólkatalinum í Føroyum siga, at samlaða fólkatalið í Suðuroynni er minkað eitt vet seinasta árið.

 

- Men, hóast hetta hevur kortini ein hampiligur vøkstur verið í fólkatalinum í Tvøroyrar kommunu seinastu 12 mánaðirnar.

 

Í Tvøroyrar kommunu vísa tey í dag á, at hin 17. september í fjør vóru 1738 borgarar í kommununi.

 

- Í dag er tað talið 1753, svarandi til ein vøkstur upp á 15 borgarar ella 0,86%.

 

Lagt verður aftrat, at tølini fyri Suðuroynna samanlagt tó framhaldandi eru negativ og vísa eina afturgongd upp á 34 fólk.

 

Í Suðuroynni hevur gongdin seinasta árið verið henda (fyrra talið er í fjør - og seinna talið hin 17. september í ár):

 

Fámjin 80/ 73 - ein minking á upp á sjey borgarar ella -8,75%.

Hov 106/ 103 - ein minking á tríggjar borgarar ella -2,83%.

 

Hvalba 649/ 635 - ein minking á 14 borgarar ella -2,16%.

 

Porkeri 322/ 325 - ein vøkstur á tríggjar borgarar ella 0,93%.

 

Sumba 331/ 330 - ein minking á ein borgara ella -0,30%.

 

Tvøroyri 1738/ 1753 - ein vøkstur á 15 borgarar ella 0,86%.

Vágur 1370/ 1343 - ein minking á 27 borgarar ella -1,97%.

 

Samlaða fólkatalið í Suðuroy hin 17. september 2023 var 4596 og í dag er talið 4562.

 

- Hetta svarar til eina minking á 34 fólk ella -0,74%, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag, sum hava hugt gjøgnum nýggjastu tølini hjá Landsfólkayvirlitinum.