Tað er at fegnast um, at ein grunnur nú settur á stovn, sum skal stuðla føroyskari filmslist.
Tað heldur Jákup Weyhe, formaður í Klippfisk, sum er felag og verkstova fyri øll video- og filmsáhugað.
Hann sipar til gunnin, sum Norðurlandahúsið og Klippfisk hava tikið stig til og sum 200.000 krónur eru í um árið í trý ár.
Jákup Weyhe staðfesti fyri Rás2, at 200.000 krónur er ikki nógvur pengar, tí tað er dýrt at gera film.
Men har onki er frammanundan, er talan kortini um dyggan stuðul og eisini tekin um viðurkenning.
Hetta er fyrstu ferð, at føroysk filmslist er definerað og tað merkir, at føroysk filmslist hevur 200.000 krónur til at gera film fyri.
Tað fer so at merkja, at føroyskur filmur kann lyftast upp á eitt hægri støði og stuðul verður latin eftir umsókn.
- Vit eru findarglað í dag, segði hann við Rás2.
Hann sigur, at meginreglan er, at lýsingafilmar fáa ikki stuðul og heldur ikki tónleikaupptøkur.
Tað veldst alt um umsóknirnar, men Jákup Weyhe vónar, at einir tríggir munandi stuðlar upp á kanska 50.000 krónur fara at verða lætnar til stórar verkætlanir, men at tey eisini fara at lata nakrar smáar upphæddir í stuðli, kanska 3.000-5.000 krónur til smærri verkætlanir.
Á myndini er tað Rannvá Káradóttir, sum tekur upp film.