Fegnast um vælgjørt arbeiði í Fuglafirði

- Allir arbeiðstakarar, sum hava verið partur í verkætlanini, hava greitt sínar uppgávur væl úr hondum, og samstarvið við partarnar hevur verið sera gott, siga tey í Fuglafjarðar kommunu.

Í Fuglafirði hevur nógv kommunalt byggivirksemi verið seinastu árini. Her er komið nýtt og stásiligt ítróttarhús, eins og skúlin í bygdini verður nógv útbygdur.

 

Vesturstova, sum er eldrasambýlið í Fuglafirði, er bæði útbygd og umbygd, og í gjár varð arbeiðið handað. í Fuglafirði eru tey sera fegin um betraðu umstøðurnar í Vesturstovu.

 

- Vit eru sera fegin um hesa út- og umbygging, har TN-Bygging hevur havt heildararbeiðstøku, Elcon hevur havt el-arbeiði, og JHR hevur havt jørð- og kloakk arbeiðið.

 

Í Fuglafjarðar kommunu siga tey, at allir arbeiðstakarar, sum hava verið partur í verkætlanini, hava greitt sínar uppgávur væl úr hondum, og samstarvið við partarnar hevur verið sera gott.

 

- Vesturstova hýsti 12 búfólkum fyri útbyggingina, men nú kunna 17 borgarar búgva har, umframt at eitt rúm eru til umlætting.

 

##med2##

 

Í Fuglafirði vísa tey á, at Vesturstova hevur fingið fleiri nýggj rúm, eitt nú starvsfólkarúm, nýggja og størri skrivstovu, húsavarðarúm, skolirúm, sjónvarpsstovu, havastovu og ein stóran svala.

 

Nú verður arbeitt við at fáa nýtt innbúgv til Vesturstovu, og hetta er partvís komið og fer at koma.

 

- Hetta er tann endaliga avhendingin fyri samlaðu byggiverkætlanina, og skrásettir manglar verða gjørdir í næstum, siga tey í Fuglafjarðar kommunu.

 

##med3##