Feilur í dømingini á fjarðastevnu

Eftir áheitan hava høvuðsdómararnir á fjarðastevnu endurskoða málmyndirnar. Og rætt var: feilur var í dømingini

Fleiri róðrar hava verið somikið spennandi og tættir í hesum róðrarári, at heilt fáir 25-partar hava verið á muni millum fleiri bátar. Soleiðis var eisini leygardagin á fjarðastevnu. Í fimmannafarsróðrinum við gentum vórðu Blikur og Spógvin dømdir at koma á mál samstundis. Tó hevur RSF fingið eitt prei um, at hetta ikki var rætt. Tískil hevur RSF endurskoðað dømingina. 

 

- Í gjár kom tað Róðrarsambandinum fyri oyrað, at feilur kanska var í dømingini av tveimum bátum hjá 5-mannaførum við gentum á fjarðastevnu seinasta leygardag, tá Blikur og Spógvin blivu dømdir at koma á mál við somu tíð og tískil fingu somu plasering, skrivar RSF á facebook-vanga sambandsins. RSF skrivar víðari. 

 

- Í gjárkvøldið fóru høvuðsdómararnir á fjarðastevnu tí at hyggja aftur eftir málmyndunum. Og tá sást greitt, at Spógvin var framman fyri Blik, tá bátarnir fóru um málstrikuna. 

 

RSF skrivar, at nevndin er sera hørm um feilin, men tó takksom fyri, at eitt vakið eygað gjørdi vart við seg, so feilurin kundi rættast. Úrslitini av róðrinum hjá 5-mannaførum við gentum vóru av røttum hesi:

 

Nr.1 Silja 05.22,13
Nr. 2 Fípan Fagra 05.22,19
Nr. 3 Drekin 05.24,08
Nr. 4 Jallurin 05.25,03
Nr. 5 Spógvin 05.27,23
Nr. 6 Blikur 05.27,24 (1G)
Nr. 7 Ørnin 05.34,08

 

Umframt hetta staðfestir RSF, at hóast Tvørabáturin og Jarnbardur eisini fóru tættir um málstrikuna á fjarðastevnu, eru hesi úrslit røtt. Høvuðsdómararnir hava av sínum eintingum endursæð hesar málmyndirnar, men eingin feilur var í teirri dømingini.