Feilur í skipanini: Fingu vøru fyri botnprís

Ein feilur var í skipanini á donsku heimasíðuni hjá H&M í morgun

Í morgun vóru tað fleiri, sum keyptu vøru av heimasíðuni hjá H&M fyri 39,99 krónur. Hetta er vøra, sum eigur at kosta fleiri hundrað krónur. Hóast talan var um ein fleil í skipanini, ið bert vardi eina løtu, so sleppa kundarnir, sum bíløgdu meðan feilurin var í skipanini, at fáa vøruna fyri 39,99 krónur, váttar Version2 fyri DR í dag.

 

 

Ein skermmynd, sum Version2 hevur fingið frá einum kunda í H&M vísir, at viðkomandi hevur spart nógvar pengar. Prísurin á fleiri vørum var niðursettur hesa løtuna, og tey sum hava keypt tá hava veruliga gjørt kubbið, sigur samskiftisfólk frá H&M við Version2.

 

 

Enn hevur H&M ikki sagt, hvør orsøkin var til tekniska feilin, og í telduposti sigur talsfólk hjá fyritøkuni við DR, at ikki verður svarað uppá fleiri spurningar um grundina til tekniska feilin júst nú.