Í Argentina hava myndugleikarnir tikið ein 62 ára gamlan mann og skuldsett hann fyri at hava neyðtikið sína egnu dóttur ígjøgnum samdull 39 ár og fyri at hava fingið 10 børn við henni. Maðurin noktar seg sekan, men verður hann dømdur sekur, kann hann fáa upp í 20 ára fongsul fyri blóðskemd.
Myndugleikarnir vilja ikki siga, hvør maðurin er. Teir siga, at hann varð handtikin í einum øðrum sambandi í summar, og tá kom dótturin, sum nú er 43 ára gomul, til løgregluna og greiddi frá sínari søgu.
Hon skal hava sagt løgregluni, at neyðtøkurnar byrjaðu, tá hon var 13 ára gomul, og at tey høvdu fingið 10 børn saman. Tað yngsta er sjey ár og tað elsta 27.
-Hetta er verri enn málið við Josef Fritzl í Eysturríki, sigur ein dómari við eitt argentinskt útvarp. Fritzl hevði dóttur sína sum fanga í 24 ár og fekk sjey børn við henni. Hann fekk lívlanga fongsulsrevsing.
Ernesto (t.v.) hevur fingið at vita, at abbi hansara er eisini pápi hansara (Mynd: TV2)