Fekk 10 mánaðir fongsul

Maðurin, sum skeyt eftir løgregluni, fekk 10 mánaðir fongsulsrevsing. Dómarin helt ikki, at talan var um drápsroynd

Tann 25 ára gamli maðurin, sum varð ákærdur fyri morðroynd á løgreglufólk, tá hann skeyt eftir teimum í Havn fyrr í ár, varð í Føroya rætti dømdur 10 mánaðir í fongsul.

Dómarin metti ikki, at talan var um drápsroynd. 25 ára gamli maðurin varð heldur dømdur fyri at seta lívi og heilsu í vága hjá løgreglufólki.

Hetta var so nóg mikið til tíggju mánaðir handan rimar.

Hendingin fór fram hin 11. september í ár í Magnus Heinasonargøtu. 25 ára gamli maðurin lat skot av móti tveimum løgreglufólkum, sum vóru á vakt tíðliga um morgunin. Tá løgreglan varð tilkallað sat maðurin við einari byrsu á einari trappu í Magnus Heinasonargøtu. Løgreglan skeyt eisini aftur móti manninum. Tað var tó bara løgreglubilurin, ið nakra merkisverdan snudd.

Tann nú dømdi hevur ikki gjørt av, hvørt hann fer at kæra dómin fyri landsrættin.

Ákærin, Dorthe Møller Andersen, segði eftir dómin, at hon var væl nøgd, tá hugsað verður um, at dómarin ikki metti talan vera um drápsroynd.
Hetta hevði ákærin tó hildið uppá, men dómarin var so ikki samdur. Tosað var annars um, áðrenn rættarviðgerðina, at fongsulsrevsingin kundi gerast so lang sum fýra ár.

Maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani hendingina, og hann ynskti framvegis at verða sitandi.