Um ársskiftið hevur TAKS fingið einar 1.000 umsóknir um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði.
Hetta er einar tríggjar ferðir fleiri enn tey plaga at fáa, men at tey hava fingið óvanliga nógvar umstøður í ár, fær ta avleiðing, at tað fer at taka longri tíð enn vanligt at viðgera allar umsóknirnar.
Men miðað verður eftir, at seinastu umsóknirnar skulu vera avgreiddar í mars ella apríl mánað.
Lógin um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði fór úr gildi á nýggjárinum og seinasta freist at søkja um stuðulin var 31. desember 2011.
Hetta er óivað orsøkin til nógvu umsóknirnar, heldur TAKS.
Enn er óvist, hvat umsóknirnar koma at kosta landskassanum og, hvussu nógvur stuðul fer at verða útgoldin í samband til hear hesar 1.000 umsóknirnar, sum akkurát eru lætnar inn.
Sostatt er eisini óvist, hvussu stór stuðulsupphæddin verður fyri árið 2011 tilsamans.
Í 2009 fekk TAKS 1500 umsóknir og tær kostaðu 28 milliónir í stuðuli.
Í 2010 søktu 1600 um stuðul og tað kostaði landskassanum 33,6 milliónir og í 2011 eru tilsamans 2400 umsóknir lætnar TAKS um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði.
Higartil eru 1400 av umsóknunum fyri 2011 avgreiddar og tað hevur kostað 24,6 milliónir í stuðuli og sostatt eru 1000 umsóknir eftir at avgreiða.