Fekk 53 lomvigur og álkur

Loyvt er at skjóta lomvigu, álku, lunda og skarv frá 1. oktober.

Nú loyvt er at skjóta lomvigu, álku, lunda og skarv, hava seinastu dagarnar onkrar frásagnir verið at sæð á Facebook-síðuni, Fuglaveiða í Føroyum.

 

Bjarni Petersen, ið siglir sum skipari við rækjutrolaranum, Arctic Viking, hevur lagt út á Facebook-síðuna, at hann í dag hevur fingið tilsamans 53 fuglar, 15 álkur og 38 lomvigir.

 

Her eru frásagnir um onkrar góðar túrar, har menn hava fingið væl av svartfugli, og aðrir hava roynt eydnuna við at skjóta skarv.

 

Loyvt er at skjóta lomvigu, álku, lunda og skarv frá 1. oktober. Tíðin, har loyvt er at skjóta skarv, verður úti 30. november - og síðan er loyvt at skjóta lomvigu, álku og lunda fram til 20. januar í 2016.