Fekk álvarsligan skaða tá stilassin koppaði

- Maðurin er fluttur til Danmarkar til viðgerðar, sigur løgreglan.

 

Um gott 16-tíðina í gjár hendi ein arbeiðsvanlukka við nýggju útstykkingina í Runavík.

 

- Tað var ein maður, sum stóð uppi í einari stilass og arbeiddi, tá stilassin koppaði.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at maðurin fekk álvarsligar løstir í fallinum.

 

Hann er fluttur Danmarkar til viðgerðar.

 

- Sjúkrabilur kom á staðið, og tað var løgreglan eisini, umframt at Arbeiðseftirlitið hevur kannaði umstøðurnar.

 

Løgreglan endurtekur, at maðurin, sum datt við stilassini, ið koppaði, fekk rættiliga álvarsligan skaða.