Bilførari á einum lastbili hevur nú fingið bót fyri at elva til ferðsluruðuleika í Norðoyatunlinum í gjár. Hann koyrdi ígjøgnum tunnilin, men tað reyk so illa úr útstoytinum, at tunnilin mátti steingjast, tí tað varð ov svart og skitið at koyra ígjøgnum.
Av tí sama varð tunnilin stongdur í ein hálvan tíma ímeðan hann varð útluftaður og tað var forsvarligt at lata bilar koyra ígjøgnum hann aftur.
Løgreglan sigur, at síðani hava tey funnið fram til, hvør bilførarin var og hann hevur játtað seg sekan. Men hann fær nú 700 krónur í bót fyri at hava órógvað ferðsluna.