Ein ungur maður slapp væl frá einum arbeiðsóhappi á bryggjarínum hjá Føroya Bjór í Klaksvík mánadagin.
Teir vóru við at reinsa fløskur, og til tað verður brúktur heitur og sterkur eitrandi løgur, kaustisk soda.
Teir vóru lidnir við at reinsa glasfløskur í maskinuni og skuldiu byrja at reinsa plastfløskur, og hesin ungi maðurin skuldi tí gera løgin sterkari. Tá hann stoytir í, nú eksploderar.
Hann var kvikur, leyp avstað, men kendi so sviðan av løgnum niður eftir bakinum.
Fá sekund seinni spulaðu starvsfelagr hansara hann við vatni, tí teir vistu, hvat skuldi gerast í slíkum óhappi.
Maðurin varð beinanvegin fluttur á sjúkraúsið, har eygu hansara vóru skolað í nakrar tímar
. Líkt er ikki til, at eyguni hava fingið nakran skaða, og óivað mundi tað hjálpa, at hann var í verndarbrillum. Nakkin og ryggurin eru nakað brendir, men tað lekist aftur.
Longu í gjár var maðurin útskrivaður, og hann var beina leið á Føroya Bjór at heilsa uppá starvsfelagarnar, sjálvt um hann ikki beinanvein fer aftur til arbeiðis.
Leiðslan á Føroya Bjór og Arbeiðseftirlitið skuldu í gjár tosa saman um, um arbeiðsgongdin kann leggjast um, so slíkt óhapp ikki hendir aftur.