At fáa heiðurslønir fyri føroysk fríðmerki, er ikki nakað, sum øll uppliva.
Ungi normaðurin, Helge Jeppersen frá Finnøy, fekk ein slíkan heiður í síðsta mánaði. Hann er frímerkjasavnari, og luttók í einari frímerkjaframsýning í Frekhaug norðan fyri Bergen. Har fekk hann heiðursløn fyri ?Færøyisk porto og frankeringsmidlar 1975-1997?.
Tað verða givnar tíggju virðislønir á slíkum framsýningum: 1 silvur, 2 silvur/bronsu, 3 bronsu og 4 diplom. Helge var ein av teimum, ið fekk silvur/bronsu. Men akkurát hví, hann var so heppin, at fáa virðislønina, fær hann ikki at vita. Tað er ein loynidómur, sum tey, ið handa virðislønirnar, halda fyri seg sjálvi.
Spurdur um, hví hann savnar føroysk frímerki, sigur hann, at tað kemur av, at hann og systir hansara vóru í Føroyum fyri tveimum árum síðani. Tey upplivdu nógv spennandi á hesum oyggjunum langt úti í havinum.
Helge fær fatur á frímerkjunum við at býta um við onnur, og við at fara á uppboðssølu. Líkt er til, at tað eru fá, sum tíma at savna føroysk frímerki, og tí fær hann tey fyri rímiligan prís. Fær hann fatur á onkrum við prentfeili, hava hesi meira virði enn tey vanligu. Men hesi eru verri at fáa fatur í, sigur hann. Hann hevur nøkur fá fyrstadagsstempul. Og nakað er, sum hann heldur vera enn meira áhugavert: Brøv við útlendskum frímerkjum, men við føroyskum stempli. Hetta er skipspostur, og undir ávísum treytum er tað loyvt at nýta frímerki og stempul soleiðis. Tað er ringt at fáa fatur á slíkum brøvum, tí fólk vilja helst ikki geva tey burtur.
Frímerkjaframsýningin í Frekhaug varð væl vitjað; tað var stórur áhugi fyri at síggja, hvat teir umleið 30 framsýnararnir, vístu fram. Helge helt tað vera stuttligt at síggja so nógv hyggja sera áhugað eftir savninum hjá sær. Hann fekk nógvar positivar viðmerkingar, og sjálvur heldur hann at føroysku fríðmerkini eru sera áhugaverd og vøkur.