Fekk heilabløðing: - Tá deyðin bankar á dyrnar

- Eg var júst komin heim, tá ið tað brast í nakkanum. Til síðst legði eg meg á stovugólvið og ringdi 112, sigur Hans Jákup Mikkelsen, sum fekk heilabløðing í heyst í fjør.

Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest í Føroyum, greiðir frá heilabløðingini, sum hann fekk í heyst í fjør, og hvørji hjáárin eru av hendingini í dag. Les alla greinina í blaðnum, suum kemur í handlarnar í kvøld. 

 

 

Týsdagurin 3. oktober 2017 byrjar sum ein púra vanligur dagur. Hans Jákup Mikkelsen skal á fjall hendan dagin í Kvívík, men tá veðrið ikki er til tað, fer hann at fáa sær døgurða í miðbýnum í Havn saman við tveimum vinnulívsmonnum, sum júst hava verið í vinnunevndini og tosað um fiskivinnunýskipanina. Sum vera man hava teir nógv at tosa um. Í øllum fiskivinnuprátinum gáar Hans Jákup ikki um, at tá klokkan slær 14.00 fer hesin sami dagurin at kollvelta alla tilveruna. Hann biður vinnulívsmonnunum farvæl, fer eitt ørindi og koyrir út á bústaðin í vesturbýnum í Havn.

 

 

 

- Eg var júst komin heim, tá ið tað brast í nakkanum. Eg legði meg á songina, men tað hjálpti ikki. Eg fór út á terassuna at ganga, men tað hjálpti heldur ikki. Eg setti meg niður, og til síðst legði eg meg á stovugólvið og ringdi 112. Eg segði, at tey máttu koma eftir mær, tí okkurt var hent í nakkanum, greiðir Hans Jákup Mikkelsen frá.

 

 

 

Meðan hann liggur har sortnar fyri eygunum, og hann fjarar spakiliga burtur. Telefonin ringir tvær ferðir. Tað eru portørarnir í sjúkrabilinum, sum hava ymiskar spurningar. Aðru ferð eru teir í túninum og vilja vita, hvar helst Hans Jákup liggur. 

 

 

 

- Eg sá einki, men eg føldi tey manerera og lyfta meg upp. Tá kom dóttir mín inn. Tað eri eg keddur av, at hon skuldi síggja pápa sín liggja so, sigur hann. Tað seinasta Hans Jákup Mikkelsen minnist frá hesum degnum er, at ein sjúkrarøktarfrøðingur tekur í armin og sigur ”nú skalt tú vestur í Vágar og niður á Ríkissjúkrahúsið”. 

- Kona min hevur sagt mær, at tað var ein spurningur um tíð. Tey spurdu fleiri ferðir, nær tað hendi, tí um eg fekk hjálp áðrenn 12 tímar vóru farnir, so var møguleikin har, greiðir hann frá. 

 

 

Í dag, fimm mánaðir seinni eru hjáárini av heilabløðingini ein partur av tilveruni. Les meira í Vikuskiftis Sosialinum.