Fekk heimahjálp í 15 minuttir um vikuna

Einki kann rættvísgera politisku ætlanina um at halda upp at byggja røktarheim, sigur Signar P. Dam. Kommunulækni

- Eg síggi hvønn einasta dag fólk, sum hava tørv á at sleppa á røktarheim.

 

Tað sigur Signar P. Dam Kommunulækni.

 

Seinastu tíðina eru tað fleiri og fleiri politikarar sum siga, at vit skulu halda upp at at byggja røktarheim og summir tosa enntá um at niðurleggja røktarheim og sambýli.

 

Signar P. Dam, sum hevur verið kommunulækni í yvir 40 ár, heldur, at allir hesir politikararnir eru offur fyri eini mýtu um, at øll vilja verða heima sum longst.

 

 Kann kallar tað eitt skelkandi dømi um politiska arroganso og ignoransu, tá ið Annika Olsen sigur, at vit skulu ikki byggja fleiri røktarheim.

 

Hann sigur, at hvønn einasta dag møtir hann fólki, sum ikki klára seg heima, heldur ikki við mestu heimahjálp, sum kann fáast.

 

- Hetta eru fólk sum verða passaði av sínari familju 24 tímar um samdøgurið og tey kunnu ikki hjálpast við øktari heimahjálp.

 

Hann vísir á, at heimahjálp er ikki til at fáa, og játtanin verður ikki økt so tað munar nakað?

 

Hann nevnir eisini nøkur ítøkilig dømi:

 

Ein 89 ára gomul kona, sum í mong ár passaði sín sjúka mann 24 tímar um samdøgurið, biður nú um heimahjálp, tí hon er so ússarlig.

Hon kann ikki fáa ein hálvan tíma um dagin.

 

Eitt annað dømi: Demenssjúklingur sum famljan hevur ábyrgd av 24 tímar um samdøgurið, søkir um heimahjálp.  

Hann fær ein hálvan tíma um dagin.

 

Eitt triðja dømi er um eina 77 ára gamla konu, sum hevur passað sjúka bróðurin í 33 ár og sum biður um at hann kann sleppa til umlætting.

Tað er einki pláss, men hon fekk játtað heimahjálp í 15 minuttir um vikuna at hjálpa honum í brúsu!

 

Signar Dam sigur, at hann veit, at tørvurin á røktarheimum er stórur og hann er veksandi so hvørt, fólk verða eldri.

 

Les alla greinina hjá Signar P. Dam við at TRÝSTA HER.