Fekk ikki passið aftur í gjár

Tað avgjørdu dómararnir tíðliga gjáramorgunin var málið um Sigmund Andreasen, skipara úr Vági, fyri aftur við rættin á Reunion. Dómararnir mettu at vandi var fyri at Sigmund ikki fór at koma aftur til oynna, fekk hann passið aftur nú

? Nei, eg fekk ikki passið aftur hesaferð heldur. Teir eru bagnir fyri at fái eg passið aftur, so fari eg av oynni og komi ikki aftur her til. Sovorðið tvætl.

Sigmund ljóðar bæði eitt sindur troyttur og ikki minst illur um, at myndugleikarnir hava hildið fast við, at hann ikki skal hava passið aftur enn.

Og tað er ikki so ringt at skilja. Hann situr á sætta mánað og kann ikki fara heim til síni kæru í Føroyum, tí hann hevur einki pass og tað krevst fyri at koma av oynni.


Slapp einki at siga

Tá vit tosaðu við Sigmund Andreasen mánadagin, greiddi hann frá, at hann ætlaði at sleppa at úttala seg, tá málið kom fyri rættin í gjár.

Men eisini hetta var av ongum.

Tá Sigmundur spurdi dómararnar um hann kundi fáa loyvið til at úttalað seg var svarið stutt og greitt:

? Non!

Og so var tað yvirstaðið.

Sigmundur er skelkaður av slíkari viðgerð.

? Tað er heilt ófatuligt, at eitt land, sum er ein partur av EU, kann hava eina rættarskipan, sum hesa. Tað er heilt ótrúligt.

? Teir hava einki at ákæra okkum fyri, so einfalt er tað. Men fyri mær sær tað soleiðis út, at teir vilja kroysta okkum so hart, at vit forbróta okkum móti eini ella aðrari lóg, og so verða vit ákærdir fyri tað, sigur Sigmundur.


Ikki lidnir

at kanna málið

? Dómarin segði í grundgeving síni eisini, at eg kann ikki fara av oynni, tí teir eru ikki lidnir at kanna málið.

? Tað er nakað slutur og vrøvl. Teir hava fingið øll pappír og skjøl, sum teir kunnu fáa hendur á. Og teir kunnu ikki kanna málið meir. Tá teir einki hava funnið í fimm mánaðir.

Fyrradagin segði Sigmundur, at hann ikki trúði serliga nógv uppá rættarskipanina á Reunion, og at hon mest minti um einaræði. Hetta endurtók hann í gjár og tá segði hann millum annað, at hann sambært lógini kann verða sitandi fangi á Reunion upp til eitt ár.

? Sambært teirra lóg, so kunnu teir halda mær aftur í 12 mánaðir, meðan teir kannað málið, og sum tað sær út í løtuni, so er tað júst tað teir eru við at gera.


Uttanríkismálaráðið

fylgir málinum

Í tí sambandinum sigur Sigmundur, at hann undrast á, at danir ikki gera meira fyri at mótmæla framferðini hjá fransmonnum.

? Eg haldi at tað er ótrúligt, at eitt land, sum er limur í EU, skal sleppa at føra seg fram á henda hátt. Tað tykir mær at vera púrast burtur við. Og eg haldi tað verða serstakliga løgið at danska uttanríkisráðið góðtekur hesa framferð.

Men í uttanríkismálaráðnum fylgja teir við málinum.

Henry Pollas, sum starvast í deildini í uttanríkisráðnum, sum tekur sær av slíkum málum sigur, at sendistovuna í París fylgir málinum gjølla.

? Men teinurin úr París til Reunion er langur, so tað tekur tíð.

? Vit vóru greið yvir, at málið skuldi fyri í dag, men vit hava einki alment frætt enn, sigur Henry Pollas.

? Tí vita vit einki um hvussu málið stendur, og hvør úrskurðurin var í rættinum í morgun, segði hann.

Hann lovaði tó at fara at kanna málið hjá sendistovuni í París.