Tann 24 ára gamli brasiliumaðurin Eduardo Leite slapp við lívinum, tá hann fekk eina næstan tveir metrar langa jarnstong ígjøgnum høvdið. Óhappið hendi seinasta mikudag. Eduardo Leite var til arbeiðis í byggivinnuni, tá ein jarnstong datt niður av fimmtu hædd. Stongin fór tvørtur ígjøgnum trygdarhjálmin og høvdið og út millum eyguni.
Læknin Luiz Essinger, sum arbeiðir á Miguel Couto-sjúkrahúsinum í Rio de Janeiro, sigur, at tey vóru ovfarin av, at Eduardo Leite framvegis hevði vitið, tá hann kom á sjúkrahúsið.
-Hann greiddi sjálvur frá, hvat var hent, sigur læknin.
Tað eydnaðist læknunum at taka stongina úr høvdinum, og longu dagin eftir skurðviðgerðina var Eduardo Leite vakin og át sum vanligt. Sambært tíðindastovuni AP hevði hann næstan onga pínu dagin eftir.