Í Onglandi er skikkur, at ein fótbóltslærlingur fær ábyrgd av einum av fyrstaliðs spælarunum. Tað vil siga at reinsa fótbóltsskógvarnar og annað líknandi.
Tað er ikki óvanligt, at fótbóltslærlingar, eftir eitt langt kappingarár, vóna at fáa eina troyggju sum souvenir. Ella kanska eitt brúkt par av fótbóltsskóm.
Fótbóltslærlingurin í Birmingham City, James McPike, hevur hetta kappingarárið havt til uppgávu at vera »boot boy« hjá fronsku stjørnini Olivier Kapo, men hann visti ikki hvat hann skuldi trúgva, tá hann spurdi Kapo, um hann kundi fáa eitt brúkt par av fótbóltsskóm og í staðin fekk tveittar lyklarnar til ein Mercedes. Og hartil fekk hann at vita, at hann skuldi eiga hann.
Orsøkin var eftir øllum at døma tann, at Kapo hevði tikið skógvarnar heim við, men franski miðvallarleikarin læt ikki 17-ára gamla McPike fara tómhentan í summarfrí. So í staðin gav hann dreinginum Mercedes?in hjá sær.
Tá McPike, sum forvinur 1200 pund um mánaðin, ivaðist í, um hann hevði ráð at gjalda trygging fyri ein so fínan bil, insisteraði Kapo upp á at gjalda tryggingina eitt ár fram.
So tað má sigast, at tað ikki er eiti á souvenir at fáa eftir kappingarenda. Og tað enntá eftir, at felagið flutti niður, skrivar Daily Mail.