Fekk nevan frá mótspælara

Tvey harðskapsmál komu burturúr eftir ein dyst í høllini á Hálsi gjárkvøldið. Tá ið hondbóltsdysturin í høllini á Hálsi í Havn gjárkvøldið var av, fór ein leikari yvir til ein mann á hinum liðinum og gav honum nevan í andlitið.

Pápi tann, sum sligin varð, var vitni til hetta. Hann leyp uppí og slerdi áleypandi leikaran tvær ferðir í andlitið.

Báðir, sum slerdu, verða skuldsettir fyri harðskap.

Hví ilt kom í, sigur søgan einki um.

Dysturin var millum Kyndil og Neistin í 1. deild.