- Á hesum skeiðunum havi eg verið sera fegin um ta menning, og tey amboðini eg fingið at arbeiða við.
- Nú vil eg geva øðrum føroyingum møguleika fyri hesum sama, sigur Hilda, sum dagliga starvast sum familjuterapeutur og supervisor.
Pauline Skates er sálarfrøðingur og psykoterapeutur, og hevur seinastu fimm árini undirvíst í kirkjum og samkomum í mongum londum í Europa.
Høvuðsevnið á øllum hesum skeiðunum hevur verið, hvussu tað andaliga lívið hjá tí einstaka ávirkar kenslulívið, sálina og likamið.
Tað hevur nú eydnast at fáa Pauline til Føroya. Skeiðið verður í døgunum 28. og 29. august, og er ætlað leiðarum innan kirkjur og samkomur, og fyri fólki sum arbeiða við sálarrøkt innan samkomurnar.
- Brúk fyri tí
Júst hetta við kenslulívinum, sálini og likaminum hevur stóran áhuga hjá Hildu Viderø í arbeiði sínum.
Hon hevur tí verið á skeiðum hjá Pauline seinastu tvey árini, og veit tí, hvønn boðskap henda nógv eftirspurda kvinnan hevur at bera fram.
- Á hesum skeiðum var varpað ljós á mína Gudsmynd. Hetta kendi eg sera gott og týdningarmikið, tí Gud á henda hátt gjørdist meiri livandi og umsorgarfullur.
- Hetta hevði eg so avgjørt brúk fyri, sigur Hilda.
Eftir skeiðini hevur hon merkt, at hon hevur fingið størri frímóð, og ikki minst gleði at fara undir tær uppgávurnar, sum liggja fyri framman.
Hetta tilboðið ætlar hon nú at geva víðari til ábyrgdarfólk innan kirkjur og samkomur. Annars eru øll vælkomin á skeiðið, sum ynskja størri kunnleika til tann andaliga tørvin og hvussu ein persónur er samansettur.
Skeiðið er á enskum máli. Men sum skilst er Pauline Skeates von at undirvísa á enskum, og er tí løtt at skilja.