Skaðasjógvur
Sjógvurin, sum rakti Sjóberan, var so mikið ógvusligur, at ein partur av lúnningini í bakborðssíðu brotnaði. Onkur stólpi fórst eisini, og báturin fór at leka.
MRCC Tórshavn fekk boð um tilburðin, og klokkan 18.40 í gjárkvøldið bóðu teir Brimil, sum var á Klaksvík, um at sigla suður móti Sjóberanum.
Við egnari hjálp kláraðu teir kortini at halda Sjóberan lens og sigldu spakuliga heim móti Eystnesi.
Trúgvi til hjálpar
Glastrevjabáturin Trúgvi av Toftum fór ímóti Sjóberanum, og klokkan 19.15 vóru teir komnir heim um Eystnes. Í øllum góðum løgdu bátarnir trygt í havn á Toftum klokkan 19.50.
Á MRCC Tórshavn siga teir í nátt, at hóast Sjóberin ikki beinleiðis bað um teirra hjálp, hildu teir, at rættast var at biðja Brimil leggja leiðina suðuryvir.
Tá Sjóberin og Trúgvi vóru komnir heim um Eystnes í øllum góðum, fekk Brimil boð um at venda aftur.
Brimil náddi tí ongantíð at koma til Sjóberan.
Ring líkindi
- Veðurlíkindini vóru vánalig, og vit tóku málið í álvara. Vit vildu vera stand-by, hóast teir umborð á Sjóberanum hildu seg hava tamarhald á støðuni, segði MRCC-Tórshavn í samrøðu við Portalin síðstu nátt.
Tað var rættiliga fitt av vindi í gjárkvøldið, og líkindini til útróður vóru ógvuliga ivingarsom, tá ið Sjóberin var á veg aftur av útróðri.