Í síðstu viku fekk ein útróðrarmaður á norsku oynni Hitra tveir sjáldsamar hávahvølpar.
- So vítt eg dugi at síggja, er talan um kammtanshávar (kamtannhai á norskum). Tað er eitt stórt hávaslag sum vanliga liggur um fimm metrar langt, men sum kann gerast heilt upp til sjey metrar, sigur Torkild Bakken, granskari við norska vísindasavninum við Hitra-Frøya dagblaðið.
Kammtanshávur er ógvuliga óvanligt hávaslag. Serligt eyðkenni fyri hávin er, at hann hevur seks toknuop í mun til flestu onnur hávasløg, ið bert hava fimm. Eisini hevur hann bert eitt horn.
- So vítt eg veit, eru bert fiskaðir tríggir slíkir hávar í Noregi áður, tó at tað kann vera, at onkur er fiskaður, uttan at eg veit um tað, sigur Torkild Bakken.
Tað var ein fráboðan frá Mads Nilsen á fiskamóttøkuni, Hitrafisken, um at útróðrarmaðurin, Gunnar Johansen, hevði avreitt tveir fyri teimum ókendar hávahvølpar.
Torkild Bakken sigur, at seinast ein kammtanshávur varð skrásettur, var í 2002, og at tað var sami Gunnar Johansen, ið tá hevði avreitt hann. Nú eins og tá hevði útróðrarmaðurin fingið hávarnar við garni útfyri Ulvøya, skrivar Hitra-Frøya dagblaðið.