Feløg taka lógvatak um sundalagsstevnu

- Vit eru ein lutfalsliga lítil bygd, og tí er tað gleðiligt og neyðugt, at vit kunnu vera saman um eitt so stórt tiltak, sum sundalagsstevnan er, sigur Sonni Samuelsen, formaður í Róðrarfelagnum í Hósvík

Sundalagsstevna

 

Sundalagsstevna er á hvørjum ári. Hon skiftir millum bygdirnar Hvalvík, Hósvík og Kollafjørð, og í ár eru tað hósvíkingar, sum eiga tørn at skipa fyri.

Bygdirnar, sum eru vertir, skipa fyri stevnuni, og vanliga eru tað feløg í bygdunum, ið taka sær av fyrireikingunum og syrgja fyri, at alt kemur upp á pláss og fer fram á besta hátt.

Feløgini, sum taka sær av sundalagsstevnuni í ár, eru soleiðis Róðrarfelagið í Hósvík og Bygdarfelagið Varðin.

Eingin serstøk stevnunevnd er skipað, men tað eru nevndirnar aftanfyri hesi bæði feløgini, sum saman við góðum stuðlum í bygdini taka sær av stevnuni.

 

Gott samstarv

Samstarvið millum Bygdarfelagið Varðan við Duritu Danielsen sum forkvinnu og Róðrarfelagið í Hósvík við Sonna Samuelsen sum formanni er gott.

- Vit eru ein lutfalsliga lítil bygd, og tí er tað gleðiligt og neyðugt, at samanhald merkir eitt slíkt tiltak, sum sundalagsstevnan er.

Tað sigur Sonni Samuelsen, sum vit tosaðu við fyrr í vikuni, eftir at fyrireikingar og stevnuskrá vóru komin undir land.

- Vit royna at halda fast um, at sundalagsstevnan er um hesa tíðina í juni, og tað merkir, at hon vanliga liggur næst í røðini eftir norðoyastevnu, sum er ársins fyrsta summarstevna, har skotið verður fyri fyrsta FM-kappróðrinum.

Hann sigur, at nevndirnar í báðum feløgunum hava havt fleiri fundir undan stevnuni, og síðan eru ymisku uppgávurnar býttar millum nevndirnar og onnur, sum plaga at hjálpa til við fyrireikingunum.

 

Góðar veðurvánir

- Okkara felag tekur sær í fyrsta lagi av tí, sum hevur við kappróðurin at gera, meðan bygdarfelagið kanska serliga tekur sær av ymisku tiltøkunum í bygdarhúsinum og øðrum tiltøkum á stevnuni.

Hann sigur, at tá stevnan byrjar, eru eini 50-60 fólk beinleiðis knýtt at ymisku tiltøkunum, og í aðrar mátar luttekur stórur partur av bygdini á ymiskan hátt, tí uppgávurnar eru nógvar.

- Alt bendir á, at vit verða rímiliga heppin við veðrinum. Hann sigur høgætt, norðan og landnyrðing, einar 5-10 m/sek. og turt veður. Longu nú er hann høgur í ættini, so vit kunnu siga, at hann er komin í “leguna”, sum helst fer at halda sær rundan um stevnudagarnar.

Sonni vísir á, at veðrið hevur so ómetaliga nógv at siga á eini slíkari stevnu, har nógv tiltøk – og í fyrsta lagi kappróðurin - eru uttandura, men eisini hoppiborg og annað til børn og ungdóm.

- Burtursæð frá vindinum, sum var fyrst í hesi vikuni, hevur veðrið leingi verið so ómetaliga gott, og vit í Hósvík vóna, at “kvotan” fyri summarið ikki er uppi enn, sigur hann brosandi.

 

FM-stigini rulla

Hæddarpunktið á sundalagsstevnu er kappróðurin, sum telir við í FM-kappingini, ið byrjaði á norðoyastevnu.

- Vit ganga høgt uppí, at kappróðurin gongur væl, og seinastu árini hava vit fingið tað skoðsmál, at kappróðurin, sum vit skipa fyri, er fyrimyndarligur. Vit gera alt fyri, at soleiðis eisini verður á stevnuni hesaferð.

Sonni sigur, at felagið sendir kunningarbrøv út til róðrarfeløg og høvuðsdómarar fyri at tryggja sær, at alt er, sum tað skal vera.

- Ein fyrimunur hjá okkum er, at fleiri, sum standa aftanfyri kappróðurin í Hósvík, eru tey somu gjøgnum fleiri ár. Hetta eru roynd fólk á sínum øki, sum kenna sína uppgávu, tá alt skal sampakka undir róðrinum.

Á sundalagsstevnu í Hósvík byrja róðrarnir eysturi móti Veðranesi, og síðan verður róð inn móti bátahylinum í Hósvík, har málið er.

- Vit kunnu siga, at róð verður úr eystri í ein vestan, og útsýnið yvir kappróðrarøkið er frálíkt, sigur Sonni.

Lagt verður fyri við barnaróðrum klokkan 13.30 leygardagin, og síðan fara kvinnur og menn, sum ikki eru í venjing, eisini at rógva. Hesir róðrar eru allir 500 metrar.

- Vit halda okkum ikki so fast til serligar reglur fyri kvinnur og menn, sum ikki eru í venjing, eitt nú um aldur. Ætlandi verða Hósvíkingur, Hvessingur og Kollfirðingur við, men aðrir bátar eru eisini meira enn væl komnir at luttaka. Tað er bara at siga frá, sum Sonni tekur til.

Allir hesir róðrarnir verða avgreiddir fyri klokkan 15, tá FM-róðurin byrjar, og í FM-róðrinum verða teinarnir ávikavist 1000, 1500 og 2000 metrar.

- Her er gott pláss á fjørðinum, og umstøðurnar eru góðar. Eingin fær nakran serligan fyrimun av streymviðurskiftum, sigur formaðurin í Róðrarfelagnum.

 

Feløg hugna sær

Skulu tey, sum taka sær av at fyriskipa sundalagsstevnuna, hava stundir til at hugna sær saman, skal tað helst verða, áðrenn sjálv stevnan byrjar.

Og hetta høvi høvdu hósvikingar longu hóskvøldið, tá fótbóltskapping var á sparkivøllinum millum feløg og fyritøkur í bygdini.

- Hetta er ein lokal fótbóltskapping, har eitt nú bygdarfelagið, kappróðrarfelagið, Thor, RenoVent, Arbor og væntandi eisini aðrar fyritøkur eru við. Her hugna vit okkum eina løtu, áðrenn sjálv stevnan byrjar. Eingin aldurmørk eru, og her kunnu bæði kvinnur og menn luttaka, sigur Sonni Samuelsen, sum heldur, at tað hevur týdning fyri eina slíka bygdastevnu, at eisini tey, sum skipa fyri og bygdin annars, kemur í rætta stevnuhýrin, sum lokala fótbóltskappingin er eitt gott høvi til.

 

Byrjar fríggjakvøldið

Skráin fyri sjálva sundalagsstevnuna byrjar annars fríggjakvøldið klokkan 18, tá alt tað vanliga letur upp við tivoli, hoppiborg, tombola, 21-spæli og matsølu.

- Flestu av hesum tiltøkum verða í kjallaranum í bygdarhúsinum, meðan eitt nú hoppiborg verður í skúlagarðinum. Havnalagið liggur eitt sindur burtur frá, og tí verða eingi onnur beinleiðis tiltøk har enn kappróðurin leygardagin.

Sonni sigur, at fríggjakvøldið verður eisini útimøti, og seinni um kvøldið verður tað, sum rópt verður DJ-Neon í bygdarhúsinum. Hetta er tiltak fyri tey yngru, og tað eru tey ungu í nevndunum, sum standa fyri hesum. Í samband við DJ-tiltakið verður busssamband úr Havn og av Eiði.

- Vit hava skipað soleiðis fyri, at tey ungu eiga fríggjakvøldið, leggur hann aftrat.

 

Asbjørn setir

Leygardagin byrja tiltøkini klokkan 11 við kapprenning. Hetta er annað umfar í Grand Prix-renningini, sum byrjaði á norðoyastevnu. Tilmelding fer fram á www.renn.fo. Eftir at tey vaksnu hava runnið, verður eisini renning fyri børn.

- Vit hava sum so einki við fyrireikingina av hesum tiltaki at gera, men leggja øki og annað til, sigur Sonni.

Sundalagsstevnan verður sett klokkan 13 leygardagin, og tað verður Asbjørn Djurhuus, formaður í trivnaðarnevndini hjá Sunda kommunu, sum setir stevnuna.

Meðan kappróðurin, sum byrjar við barnaróðrum klokkan 13.30, fer fram, verður eisini matsøla og pylsuvognur á bryggjuni, samstundis sum matsøla eisini er í bygdarhúsinum.

- So, koyra øll tiltøkini aftur, sigur Sonni.

Ætlandi verður málningaframsýning við lokalum kreftum úr Sundalagnum í skúlanum í Hósvík, og hendan letur upp klokkan 15 leygardagin og verður eisini opin sunnudagin.

Tað er Adolf Johannesen, ið tekur sær av at fáa listafólk úr økinum at sýna list.

Leygarkvøldið verður aftur møti í Hósvík, og klokkan 22 letur róðrarneystið upp til føroyskan dans, har eisini verður skipað fyri matsølu.

Tann stóri dansurin á Sundalagsstevnuni verður í bygdarhúsinum leygarkvøldið, har Spaðar 5 spæla.

Á midnátt leygarkvøldið verður midnáttarsamkoma við felagssangi, har Hans Erland í Brekkunum skipar fyri. Edvard Hermansen fer at halda midnáttarrøðu.

Tá tiltakið er liðugt, verður sent fýrverk.

- Føroyski dansurin í róðrarneystinum heldur steðg, meðan midnáttarsamkoma er, og tá tiltakið er liðugt, byrjar dansurin aftur og heldur fram so leingi, sum fólk hava hug at dansa føroyskan dans, og ringurin hongur saman, sigur Sonni.

 

Ymiskar stevnur

Ágóðin av sundalagsstevnuni í Hósvík fer til virksemið hjá Bygdarfelagnum Varðanum og Róðrarfelagnum í Hósvík.

- Vit vænta nógv fólk á stevnu, nú veðurvánirnar eru góðar. Hetta verður so okkara tiltak í ár, og tá stevnan verður næsta ár, verður hon í Kollafirði.

Spurdur um regattasiglingin, sum byrjar á Eiði og gongur um Hósvík, har bátafólkið liggur á nátt, áðrenn tey flestu stevna út til Nólsoyar á ovastevnu, líkist sundalagsstevnuni, sigur Sonni Samuelsen.

- Nei, tað vil eg ikki siga. Her er talan um ymisk fólk við ymiskari bakgrund. Og tó, kanska minnir stemningurin í bygdini á sundalagsstevnu um kvøldið, tá regattasiglingin er, men vit royna ikki at gera regattasiglingina til eina stevnu sum so. Eg haldi, vit eiga at halda fast um, at regattasiglingin er ein bátastevna burtur av, sigur formaðurin í Róðrarfelagnum í Hósvík.

 

Kappsigling

Vit kunnu at enda skoyta uppí, at sunnudagin verður skipað fyri kappsigling við seglum í Sundalagnum.

Tiltakið byrjar klokkan 15, og vinnandi bátarnir fáa steyp. Í sambandi við siglingina, verða kaffi og pannikøkur at fáa í róðrarneystinum í Hósvík.