Herfyri fingu fótbóltsfeløgini kring landið eitt skriv frá FSF, har heitt var á feløgini um at geva sjónvarpsrættindini til dystirnar hjá sínum liðum frá sær til FSF, sum tykist hava ætlanir um at sjónvarpa dystir.
Vilja hava meiri kunning
Skrivið, ið feløgini hava fingið, er sett upp sum eitt skjal, ið feløgini undirskriva, og síðani skulu tey senda tað aftur til FSF, sum harvið hevur fingið sjónvarpsrættindini frá feløgunum. Hetta skriv skal verða fótbóltssambandinum í hendi í seinasta lagi 1. mars.
Men feløgini vilja ikki uttan víðari skriva undir upp á skjalið, tí tey meta, at tey vita alt ov lítið um, hvat loyvini innbera.
Formenninir í øllum 1. deildarfeløgunum kring landið hava tosað saman, og teir hava í fleag avgjørt, at eingin teirra skrivar undir skjalið, fyrr enn teir hava fingið meiri kunning frá Fótbóltssambandinum um, hvat fylgir við loyvinum.
Birgir Enghamar, formaður í HB, sigur, at tað er ikki tí, at feløgini vilja seta fót fyri nakrari nýhugsan innan fótbóltin, men tey halda seg bara hava fingið alt ov lítla kunning um, hvat ið tað er, sum tey lata frá sær, tá ið skjølini verða undirskrivað.
- Eg haldi, at tað rættasta hevði verið, at feløgini mannaðu ein bólk við trimum limum, ið allir eru formenn í onkrum av 1. deildarfeløgunum, og so kann hesin bólkurin taka upp samráðingar við FSF um sjónvarpsrættindini, sigur Birgir Enghamar.
Til gagns fyri feløgini
Í Fótbóltssambandinum eru tey vitandi um, at feløgini ivast í sjónvarpsrættindunum. Aðalskrivarin í FSF, Ísak Mikladal, sigur, at kunnað er um málið á fundi við formenninar í feløgunum í juli 2004, á fundinum við feløgini í november 2004 og at formaðurin í Fótbóltssambandinum hevði hetta mál við í formansfrágreiðingini til aðalfundin í februar í ár.
- Sum málið stendur í løtuni, so fara vit sum skjótast at hava ein fund við formenninar í feløgunum. Tað snýr seg heilt einfalt um, at Fótbóltssambandið fær rættindini frá feløgunum til dystirnar í 1. deild, so at vit vegna feløgini og til gagns fyri tey kunnu samráðast við onkran sjónvarpsveitara, sum er áhugaður í møguligani at senda beinleiðis frá dystum í heimligu kappingini, sigur Ísak Mikladal.
Tað man neyvan verða tann stóri áhugin millum útlendskar sjónvarpsveitarar at keypa rættindini til føroysku kappingina, men hesi rættindi kunnu møguliga seljast í einum pakka saman við rættindunum til landsdystirnar hjá føroyska A-landsliðnum, og hesir dystir eru í løtuni væl meiri áhugaverdir sum søluvøra, greiðir Ísak Mikladal frá.
Aðalskrivarin í FSF sigur, at eftir hansara tykki má tað verða áhugavert fyri feløgini, at FSF ger eina roynd at selja rættindini til 1. deild í Føroyum, so at tað eisini gerst meiri áhugavert fyri lýsarar at lýsa á búnunum hjá liðum og á skeltum kring vallirnar.