Tað sigur seg sjálvt, at tað hevur stóra ávirkan á inntøkumøguleikarnar hjá einum donskum fótbóltsfelagi, um tað flytur úr superliguni og niður í næstfremstu donsku deildina. Hjá nýggja felagnum hjá Jón Róa Jacobsen, BK Frem, hevur niðflytingin havt so mikið stóra ávirkan, at danskir miðlar vilja verða við, at BK Frem møguliga fer á húsagang.
Stór skuld
Sambært danska blaðnum Politiken hevur BK Frem eina skuld upp á slakar 10 milliónir krónur, sum tað tykist verða ógvuliga trupult hjá felagnum at gjalda aftur. Danska blaðið veit at siga, at BK Frem hevur skrivað til øll tey, ið felagið skyldar meiri enn 5.000 krónur. Felagið hevur spurt seg fyri, um tað ber til, at Frem rindar ein fjórðing av sínari skuld, og at restin síðani verður strikað.
Verður áheitanin frá Frem ikki gingin á møti av øllum teimum, ið eiga pengar til góðar hjá felagnum, merkir hetta, at felagið fer í gjaldssteðg og seinni á húsagang. Skuldi tað hent seg, at BK Frem fer á húsagang, hava allir leikararnir í felagnum frítt at fara, júst so sum tað hendi í Lyngby fyri nøkrum árum síðani.
Eingin vandi fyri lønini
Formaðurin í BK Frem, Filip West, avsannar tó, at felagið er við at fara av knóranum. Hann sigur við danskar miðlar, at síðani niðurflytingin gjørdist veruleiki, hevur leiðslan í BK Frem arbeitt við at umskipa bygnaðin og fíggjarviðurskiftini í felagnum. Felagið hevur sloppið sær av við nakrar teimum hægst løntu spælarunum, soleiðis at minkað er um lønarútreiðslurnar, sigur hann.
Filip West leggur yvir fyri donskum miðlum dent á, at leiðslan í BK Frem er heilt vís, at felagið megnar at gjalda spælarunum og øðrum starvsfólki løn alt komandi kappingarár.
Føroyski landsliðsleikarin Jón Rói Jacobsen tykist at verða við at koma fyri seg eftir drúgva knæskaðan, og tá ið Frem týskvøldið leikti venjingardyst ímóti hinum niðurflytarunum úr AB, spældi Jón Rói allan dystin í miðverjuni hjá nýggja felagi sínum. Dysturin endaði við einum 1-1 javnleiki.