Felagið Línuskip átalar mannagondir í Fiskimálaráðnum

Í lesarabrævi í dag átalar Felagið Línuskip Fiskimálaráðið fyri at drála í útskriving av loyvum

Felagið Línuskip sigur í lesarabrævi í dag, at hóast teir umboða tolið fólk, so er tolið við Fiskimálaráðnum um at verða uppi.

 

Føroyar fingu á heysti 2015 eina kvotu á 950 tons av botnfiski, ið var ætla sum felagskvota fyri línuskipini.

 

Um alt var rætt handfarið og loyvini útskrivað til tíðina, kundi hetta gerast ein sólskinssøga, men í staðin bíðaðu línuskipini í 9 mánaðir eftir loyvunum. Eftir ætlan skuldu loyvini koma beinavegin, so samskipast kundi ásettar tíðir til línuskipini at verða í Grønlandi. Avtalan við Grønlandi gevur 6 línuskipum at fiska í Grønlandi í senn.

 

Víst verður á, at bæði grønlends og norsk skip fáa síni loyvir útskrivaði tá tey hava tørv á tí, men at føroysk skip í tíð og ótíð verða fangaði í einum politiskum spæli.

 

Lesarabrævið kann lesast her