Felagið Línuskip mótmælir í lesarabrævi í kvøld ætlanir hjá samgonguni at skerja fiskidagarnar.
Tá ið Føroyar fyri nøkrum árum síðani lógu í makrelstríði við EU og grannalondini, so mistu norsku línuskipini sínar møguleikar at fiska við Føroyar. Tað gav teimum føroysku línuskipunum betri rúm at fiska í okkara egna sjógvi fram til og við 2013.
Síðani hava norsku línuskipini aftur fingið botnfiskakvotu undir Føroyum og ístaðin fyri at vinna føroyskum línuskipum rættindi afturfyri mistu tonsini til norsk skip, ætlar samgongan í staðin at skerja fiskidagarnar við 30%, skrivar Felagið Línuskip m.a. í lesarabrævi, ið kann lesast á in.fo.