Fyri rækjuflotan er tað altavgerandi, at vit ikki enda í somu støðu, sum við svartkjaftabýtinum, har tað brádliga komu fleiri ára gomul loyvi til sjóndar, sum ongin visti um, og sum eru endað við at blíva ein handilsvøra burturav, umframt at øll hesi loyvi helst koma at føra til, at svartkjaftakvoturnar koma at verða sera smábýttur. Eitt slíkt stig sum Jørgen Niclasen hevur ætlanir um at fara í holt við var eisini tikið í seinnu helvt av 80´unum, tá rækjuloyvini vóru økt úr 9 upp í 18. Úrslitið av hesum var ein røð av konkursum og eitt bakkast fyri vinnuna sum hon hevur havt fleiri ár um at koma yvir, og eftir nøkrum árum vóru aftur bert 9 skip eftir í rækjuflotanum.
Seinastu 2 árini eru fleiri rækjuskip útskift við størri og dýrari skip, og ein limur hevur enntá spent seg út til at byggja nýtt skip. Harumframt hava nøkur skip eisini gjørt stórar íløgur í nýggja og dýra verksmiðjuútgerð fyri at fáa betur burturúr framleiðsluni, umframt at nøkur skip og loyvi hava skift eigara fyri nógvan pening. Á henda hátt tryggjaði ein av limum felagsins við eini stórari íløgu m. a., at eitt rækjuloyvi frá einum føroyskum rækjuskipið, sum fór á tvang fyri uml. 1 1/2 ári síðani, ikki endaði á útlendskum hondum. Tað átti tí at verið meira týdningarmikið hjá fiskimálaráðharranum at tryggja, at tær íløgur, sum gjørdar eru í verandi rækjuflota og loyvi, fáa møguleika at verða forrentað, við at geva verandi rækjuflota nøktandi møguleikar í nøkur ár fram, heldur enn at máa støði undan flotanum.
Søguliga gongdin:
Málið um óbrúktar rækjudagar við Svalbard er ikki nýtt, og hevur verið havt á lofti við Fiskimálastýrið við jøvnum millumbilum gjøgnum árini - seinast tá Jørgen Niclasen var gestur á aðalfundinum hjá Felagnum Rækjuskip fyri einum ári síðani, og var tá semja um at loysa hetta mál í felag á ein hátt, ið ikki kom at skaða verandi rækjuflota. Men Felagið Rækjuskip hevur tó ongantíð hoyrt eitt orð um málið aftur frá fiskimálaráðharranum ella øðrum í Fiskimálastýrinum.
Orsøkin til, at tað serliga við Svalbard eru ónýttir fiskidagar eftir rækjum hongur saman við, at stórur partur av rækjuflotanum seinastu árini hevur ligið á nýggju rækjuleiðini á Flemish Cap. Eitt av endamálunum við hesum hevur verið, at vinna Føroyum søgulig rækjurættindi har. Hetta hevur eydnast rækjuflotanum somikið væl, at nú ið talan er um á komandi NAFO-ársfundi um 3 vikur at áseta kvotu fyri rækjur á Flemish Cap, standa Føroyar til at fáa uml. 25 til 30% av heildarkvotuni. Meðan hendan tilgongdin viðv. Flemish Cap hevur verið í gongd, hevur tað verið eitt slag av semju millum rækjuflotan og politiska myndugleikan nú í nøkur ár um, at bíðast skal við at taka støðu til spurningin um fleiri rækjuloyvi, til støðan viðv. Flemish Cap kann sigast at vera komin í eina fasta legu.
Henda støða er á ongan hátt ókend fyri Jørgen Niclasen, og fyri limirnar í Felagnum Rækjuskip kennist tað tí sera hugstoytt, at Jørgen Niclasen nú vil revsa verandi rækjuflota fyri at hava útvegað rættindi á Flemish Cap.
Hesa tíðina, meðan flotin hevur ligið mest á Flemish Cap, hevur gagnnýtslan av rækjudøgunum við Svalbard sjálvandi verið minni enn vanligt. Felagið Rækjuskip hevur tó ongantíð sett seg ímóti, at fiskimálaráðharrin lat tíðaravmarkað loyvi at veiða rækjur við Svalbard (sokallaði B-loyvi), fyri at brúka dagar við Svalbard meðan rækjuflotin lá á Flemish Cap fyri at vinna rættindir, men bert eitt av teim mongu skipum og feløgum sum hava fingið slík loyvi, kom nakrantíð í gongd. So kann ein sjálvur meta um seriøsitetin í slíkum umsøknum. Hinvegin kveistraði Jørgen Niclasen sjálvur eina verkætlan hjá einum av limum felagsins um, at seta i verk eina NAFO-royndarverkætlan at leiga eitt skip at veiða rækjur á Flemish Cap í 6 mánaðir, til viks, hóast at hendan royndarverkætlan vildi givið eina økta nýtslu av fiskidøgum á Flemish Cap í 2000, og hóast at ætlanin fekk einmalt viðmæli frá nevndini í Felagnum Rækjuskip, umframt at Reiðarafelagið heldur ikki hevði viðmerkingar til ætlanina. Fyrireikingarnar vóru komnar so langt, at skipið til hesa royndarverkætlan lá klárt at fara í gongd, tá Jørgen Niclasen vendi tummlinum niðureftir.
Felagið Rækjuskip undrast stórliga á broyttu støðuna hjá fiskimálaráðharranum, sum ikki er í tráð við tí linju, sum hevur verið hildin líka til nú. Fyri Felagið Rækjuskip tykist tað løgið, at tað fyri fiskimálaráðharran er so umráðandi at útskriva fleiri loyvi nú, ið kvota verður samtykt á Flemish Cap antin á NAFO-fundinum um 3 vikur ella innan fyri komandi árið, um semja ikki fæst í NAFO í ár. Tað kundi tí verið sera áhugavert at fingið at vita frá fiskimálaráðharranum, hvørjum hann hevur ætlað nýggju loyvini. Felagið er í øllum førum av tí áskoðan, at Jørgen Niclasen skal ikki loysa ávísar aðrar trupulleikar innan fiskivinnuna við at skapa trupulleikar fyri rækjuflotan, men at hann heldur skal arbeiða við at loysa trupulleikar. Tað kundi verið ein byrjan at svara uppá ymsar fyrispurningar frá felagnum, sum ikki eru svaraðir - m. a. um býtislykil fyri rækjukvotur - ella at gera aðrar fyrireikingar til tær broytingar, sum koma at standast av eini kvotuskipan á Flemish Cap og við Svalbard.
Felagið Rækjuskip er í dag vitandi um 10 vanlig rækjuloyvi, umframt eitt tíðaravmarkað loyvi afturat til kvotu við Eysturgrønland. Men fiskimálaráðharrin hevur tó nýtt sína heimild at økja um veiðuorkuna til rækjuveiðu, við at veita loyvi til útskifting av fyrrverandi "South Island", "Margrethu", "Atlantic", "Hviltenni" og "Palli hjá Mariannu", við størri skip sum eru komin ella fara at koma í flotan í næstum. Hvat tað so er sum ger, at fiskimálaráðharrin metir, at tað í framtíðini er grundarlag fyri øktari veiðuorku við verandi loyvum, og harumframt eisini verður rúm fyri fleiri rækjuskipum, er Felagið Rækjuskip ikki vitandi um.
Afturgongd í veiðurættindum:
Felagið Rækjuskip kundi skilt støðuna hjá fiskimálaráðharranum um so var, at Føroyar høvdu fingið økt rættindi á øðrum leiðum, men so er ikki. Tvørturímóti, so eru rættindini hjá rækjuflotanum minkað seinastu árini. Vísast kann m.a. á fylgjandi:
oÍ 1995 lækkaði fiskidagatalið á Flemish Cap úr 1785 til 1607 fiskidagar.
oÍ 1998 lækkaði rækjukvotan við Jan Mayen úr 500 til 200 tons.
oÍ 1998 lækkaði Noreg einvíst føroysku fiskidagarnar eftir rækjum við Svalbard, hóast at vinnan og landsstýrið harðliga mótmæltu hesum. Hóast tað hevur málið so at siga ongan prioritet hjá politiska myndugleikanum í dag, tí ongi stig eru tikin til at fáa eina loysn á málinum. Samstundis eru ábendigar um, at Noreg arbeiðir miðvíst við at seta í verk eina kvotuskipan fyri rækjur við Svalbard, har tað aftur verða teir, ið einvíst áseta, hvussu nógv føroyingar skulu fáa, so leingi sum føroyskir myndugleikar ikki bíta frá sær.
oÍ 1999 lækkaði rækjukvotan í russiskum sjógvi úr 3000 til 2000 tons.
oÍ samband við at ES og Grønland samráðast um nýggja 5-ára avtalu hevur Felagið Rækjuskip biðið Fiskimálastýrið um at royna at fáa størri kvotu frá ES í grønlendskum sjógvi. Men felagið er ikki kunnað um, at Fiskimálastýrið formliga hevur tikið nakað stig til at fáa størri rækjukvotu frá ES við Eysturgrønland.
oÍ Canada eru rækjukvoturnar seinastu 3 árini øktar úr 70.000 tonsum til 140.000 tons, og klára canadiarar ikki at fiska alt sjálvir. Hóast áheitanir frá Felagnum Rækjuskip er felagið ikki vitandi um, at Fiskimálastýrið arbeiðir við at fáa eina kvotuavtalu í lag við Canada.
oHóast áhaldandi áheitanir í uml. 20 ár hevur landsstýrið ikki enn útvegað eina rækjukvotu í íslendskum sjógvi
oES-tollkvotan fyri pilkaðar føroyskar upprunarækjur er framvegis 2000 tons, og avmarkar hetta sølumøguleikarnar hjá verandi føroysku rækjuskipum nóg mikið sum er. Ein økt føroysk veiða, við at útskriva fleiri loyvir kemur bert at føra til enn størri prísfall fyri føroyskar rækjur, soleingi sum landsstýrið ikki hevur loyst trupuleikan við tollkvotuni.
Framtíðin:
Ongum ber til at siga nakað um framtíðina, men við tí vitan, vit hava í dag, kunnu vit gera okkum nakrar framskrivingar og tankar um, hvat kemur at henda. Heldur ikki á tann hátt kemur Felagið Rækjuskip fram á nakað, sum gevur orsøk til at givin verða fleiri rækjuloyvi, soleiðis sum niðanfyristandandi yvirlit vísir:
Flemish Cap:
Eitt tað týdningarmesta økið fyri rækjuflotan seinastu árini hevur verið Flemish Cap. Grundað á veiðutøl seinastu árini ber til at gera fylgjandi framskriving:
Um ein kvotaskipan verður samtykt í 2000 ella 2001 verður føroyska kvotan møguliga uml. 7.500 tons - t.v.s. nærum 2200 tons minni (-22,6%) enn í 1998 og 1999, og fiskidagatalið verður 265 minni enn í 1998 og 1999. Tí verður neyðugt hjá teim 6-7 skipunum, sum hava staðið fyri veiðuni á Flemish Cap í 1998 og 1999 at troyta aðrar leiðir part av árinum og kann einans blíva talan um Svalbard og russiskan sjógv. Nøkur av teim stóru skipunum hava árliga havt uml. 240 fiskidagar á Fl. Cap. Við uml. 907 døgum tils. koma tað at resta uml. 120 dagar í hjá hesum skipum árliga, sum so verða nýttir í Barentshavinum í staðin.
Svalbard:
Eitt annað ikki minni týdningarmikið økið fyri rækjuflotan er Svalbardsøkið. Higartil hevur ein fiskidagaskipan verið í gildi fyri føroysk skip síðani 1985, sum Noreg tó einvíst broytti í 1998. Samstundis arbeiða teir við at seta í verk eina kvotuskipan. Ongin møguleiki er at siga, hvussu stóra kvotu Føroyar fáa, av tí at tað verður Noreg, sum einvíst kemur at gera hetta av, soleingi sum føroyskir myndugleikar vísa slíkan passivitet, sum vístur er í samband við norsku lækkingina av fiskidøgum fyri 2 árum síðani. Men við bert eitt sindur av høvuðrokning kemur ein fram til, at við verandi kvotum við Esturgrønland, Russland og Jan Mayen, og eini kvotu á 7500 tons á Flemish Cap skulu Føroyar hava í miðal 1.000 tons pr. rækjuloyvi við Svalbard (tils. 10.000 tons), fyri at verandi floti kann hava árligar veiðunøgdir á einum støði, ið liggur nakað lægri enn á verandi støði, sum tó kortini ikki er høgt nokk, sum tað er við verandi útreiðslum til olju o.a.
Tí má málið hjá Jørgen Niclasen verða at tryggja, at Føroyar fáa ikki minni enn 10.000 tons í kvotu við Svalbard, áðrenn hann fer í holt við at býta út fleiri rækjuloyvir.
Niðurstøða:
Samanumtikið er Felagið Rækjuskip av tí fatan, at ætlanin hjá landsstýrismanninum tykist ómetaliga stuttskygd, og at hon í øllum førum ikki er grundað á serliga djúptgangandi konsekvensmetingar, men heldur tykist at hava samband við at finna loysn á onkrum øðrum truplum málum hjá fiskimálaráðharranum, sum tó onki hava við rækjuflotan at gera. Felagið Rækjuskip ynskir tí at tosa við fiskimálaráðharran um málið í eini vón um, at ætlan hansara verður løgd til viks til hon er búgvin til støðutakan.
Nevndin
Jákup Egholm Hansen
Jóhan Joensen
Olaf Olsen