Felags bátalívið ríkar okkum øll

Felagslív á báti so væl sum millum bátar kann vissuliga ríka lívsins fjølbroytni, samskifti og samlív í breiðastu merking og øðrvísi enn í ger­andisdegnum, har vit mangan liva lívið meira og minni parallelt og hvør í síni egnu verð segði Eyðun Joensen, sálarfrøðingur og bátamaður, tá bátaárið varð sett í Vágsbotni seinasta leygardag

Lagt til rættis og myndir:

Jan Müller

 

Eyðun Joensen

 

Góðu bátafólk, góðu áhoyrarar.

 

Tórshavnar bátafelag hevur seinnu árini markerað byrjandi summarsiglingina við hesum Mjáflaggahugna, har bátar vinda felagsins vimpul í húnar hátt, loysa ein stuttan túr, og fólk aftaná hugna sær saman her í Vágsbotni.

Og hvat tá?

Tað várar og tað við lít, hóast nakað kølið beint í løtuni.

Farið er um summarmála og vónríku páskirnar. Ljósið vinnur á myrkri. Flytifuglar og aðrir summargestir søkja aftur til landið kropp á kropp.

Uppvaksin í sjóvarmálanum minnist eg væl aftur á hendan serliga várhugnan, tá bátafólk riggaðu til summarið og vanligi fjøruroykurin blandaðist vid anga av máling, tjøru og fernisi. Tá var av sonnum summar í hondum.

Og somuleiðis minnist eg havnarmenn fjasa við sínar smáu bátar her skamt frá innast í Vágsbotni, har eitt vítt træverk stóð við bátum uppiá. Síðani er mangt og hvat broytt í býar­myndini, tó at nakað av hesum vár- og summarstemningi enn er úti í Álakeri og við bryggju­kantarnar.

 

Mentan verður ofta gjørt til eitt óneyðuga fínt og torskilt, fjart hugtak, okkurt við Norðurlanda­húsinum fínmentan á Debessar­trøð, men mentan merkir heilt einfalt: ”mátin, sum hin einstaki og fjøldin annars velur at nøkta sínar tørvir uppá til likams, sálar, sosialt og andaliga”.

Tú kanst eisini kalla tað lívs­inni­hald, lívsstíl, lívsdygd, og alt sum ríkar tær gerandisdagin og lívið, og í so máta er ongin mentan fínari enn onnur.

Íðan, er so bátalív, tað at eiga, eiga part í, fjasa við bátar og at vera í báti so eisini mentan?

Jú, so er. Bátalív er fyri mong, og vísir tað seg eitt støðugt vaksandi fólkameingi, bæði menn og kvinnur og børn fullgyldug mentan javnbjóðis øðrum mentanarmøguleikum og gjarna afturat øðrum atkomu­ligum mentanartilboðum.

Sjálvur dámar mær óføra væl at reika her niðri við sjóvar­málan, at hava bát og at flota, hóast tað við árunum hjá mær sum hjá so mongum mest avmarkar seg til at rigga til og av.

Men sjálvt tað sindrið og at hyggja til bátin er eisini mentan, tí sjáldan í lívinum møtir tú so nógvum øðrvísi og fjølbroyttum fólkum, sum møta tær so blíð, nærverandi, fyrikomandi og hjálpsom.

Jú, vissuliga kanst tú í bátaum­hvørvinum fáa øðrvísi og nýggj­ar vinir og samskifti at ríka tær lívið við fyri ikki um at tala í grindabýti, har tað upp á forhond ongantíð er givið, hvørjum kompagníi tú endar í.

 

Eg nevndi ”samskifti”, hetta gandaorðið, sum sigst vera satt balsam fyri meiningsfulla sam­veru, og allahanda serfrøðingar reika landið runt at læra okkum at samskifta, veri tað seg í parlagnum, í familjuhøpi so væl sum í arbeiðshøpi.

Jú, samskifti er gott og neyðugt, tó tað í mínari verð er neyðugt at hava ella finna sær nakað felags gevandi at sam­skifta um og ítøkiliga at vera saman um.

Og tað finna eg og mong bátafólk við mær júst her niðri við sjóvarmálan og í tí maritima umhvørvinum við felags áhuga­málum, har tað ber til at skifta orð um annað og øðrvísi, enn tað, sum ein var bundin at í arbeiðslívinum.

Tí frøir tað meg eisini, at tað ikki longur bara eru serskøltar sum eg sjálvur, sum hava bát og flota, men heil húski og familjur, kvinnur, menn og børn, sum eru saman um og ofta saman á báti, har eisini trygdin verður sett høgt.

 

Bátafestivalarnir á sumri kring um landið eru vorðnir sum smáar ólavsøkur við nógvum nýggjum samskifti og sínamillum blíðskapi.

Slíkt felagslív á báti so væl sum millum bátar kann vissuliga ríka lívsins fjølbroytni, samskifti og samlív í breiðastu merking og øðrvísi enn í gerandisdegnum, har vit mangan liva lívið meira og minni parallelt og hvør í síni egnu verð.

Jú, skulu vit hava betri og fjølbroyttari samskifti, skulu vit finna nakað og helst fleiri áhugadeplar at vera saman um, og í so máta kann felags bátalív vera ein góður møguleiki av fleiri.

 

Lívið skal livast, meðan tú enn hevur tað og tíni og møgu­leikarnar til tess. Latið ikki gyltar lívsmøguleikar fara óbrúktar aftur við borðinum, men brúkið teir hvørt til sínar náir og við ábyrgd og sóma.

Og so er lívið eisini ein røð av upplivingum úr enda í annan.

Seinastu mongu árini hevur verið eitt vaksandi maritimt áhugarák aðrastaðni og umsíðir eisini her hjá okkum.

Fólk hava fingið eyguni upp fyri maritimari mentan, tí maritima samleikanum og maritimari mentanarsøgu.

Føroyingar søgdust føddir við ár í hond, men seinru árini hava alsamt fleiri føroyingar fingið sær egnan bát, eins og kommunur hava bygt bátahyljar víða hvar til sínar borgarar.

Havnin er frá náttúrunnar hond, um ikki longur brimpláss, so kortini ikki nøkur kyrruvág alla staðni, men ábøtur hava so munað nakað.

Tá nýhavnin út eftir Skansa­boðunum í síni tíð var bygd, vóru vit mong, sum ristu við høvdin­um um hesa dýru, og vísti tað seg, óbrúkiligu havn og bara at parkera byngjur á, men síðani hevur tað verið munandi kyrrari inni í havnarlagnum í mun til áður, tá sjálvt molin brotnaði ferð eftir ferð, og tað í land­synningsuppgangi fløddi niðan á Áarvegin og niðan í Tórsgøtu her í Vágsbotni.

 

Orðið kommuna merkir ítøkiliga sæð felags og eigur at vera eitt samhaldsfast felags samtak av borgarum, sum gjøgnum skattin dugnar flest øllum borgarum, ungum sum gomlum, høgum sum lágum best og mest møguligt.

Tí hevur barnaøkið umsíðir fingið sítt, eins og eldraøkið er ávegis bæta, um enn tað gongur ov seint.

Ítrótturin hevur langt síðani fingið sítt og fær framvegis, eins og ungdómurin fær.

Men vit eru kortini mong, sum í áravís hava sóknast eftir, nær skattafíggjaði komunali dugnin eisini røkkur okkum bátafólkum.

Gaman í hevur kommunan gjørt nakað og eisini sýnt bátafelagnum vælvild, sum kommunan eisini eigur tøkk uppiborna fyri, og sum eg fati kommunala hugburðin, hevur kommunan umsíðir eisini so smátt fingið eyguni upp fyri tí maritima siðaarvinum, tí maritima samleikanum og støðugt vaksandi áhuga millum borgarar fyri at reika við sjóvarmálan og ríka sítt lív tann vegin.

Kanska hevur kommunan bara lurtað væl eftir útvarpinum, sum farnu tveir mánarnar hevur varpað ljós á áhugan fyri tí maritima siðaarvinum.

Gløgt er gestsins eyga, og tí er tað bara gott og tiltrongt, tá kommunan seinru árini hevur fríðkað um fram við sjónum og reinskað vágirnar, og tað eg veit um, so vitja nógv ferðafólk hesar maritimu umhvørvisperlur, skoða tey ymsu førini, har eingi eru heilt eins og koma sær í vinarligt prát við okkum, sum fjasa við sjóvarmálan.

Tað er sum kunnugt trupult at spáa um framtíðina og m.a. ganda enn fleiri bátapláss fram inni í Havnini, men giti eg beint, so vænti eg í framtíðini enn fleiri borgarar saman við sínum fara at sýna áhuga fyri at eiga bát og ognast tað frælsi at kunna fara í bát at svala á sær og sínum, og tá ræður tað um sum kommuna at vera upp á forkant við gongdina.

Havnin hevur frá náttúrunnar hond sínar avmarkingar, men við avbjóðingum mennast fólk, eisini ein kommuna, og seti eg mína vón til at kommunan, og gjarna í samráð vid Bátafelagið, megnar at dugna eisini bátafólkunum millum sínar borgarar javnbjóðis øðrum borgarum, sum brúka skattafíggjað kommunal felags anlegg.

 

At enda vil eg egna vegna takka Bátafelagnum fyri álitið at røða her í dag, takka tykkum, sum tímdu at lurta og ynskja okkum øllum eitt gott summar við sigling, har vit framvegis eisini vara av hvørjum øðrum og passa væl upp á hvønn annan. Takk fyri.

EyJo