Felags tvørkirkjulig gudstænasta verður í Oasuni týskvøldið

Níggju kirkjur og samkomur í Suðurstreymoy taka lut í gudstænastuni týskvøldið klokkan 19.30

Mynd: oasan.fo

Týskvøldið 11. apríl klokkan 19.30 verður árliga felags gudstænastan hjá kirkjum og samkomum í Suðurstreymoy. Hetta er 17. árið at skipað verður fyri hesi gudstænastu.

 

Í ár verður gudstænastan í Oasuni í Hoyvík. Umframt Oasuna eru hesar kirkjur og samkomur umboðaðar: Katólska kirkjan, Fólkakirkjan, Adventkirkjan, City Church, Filadelfia, Frelsunarherurin, Lívdin og Immanuel.

 

Kirkjurnar og samkomurnar eru felags um skránna við sangi og tónleiki, upplestri og talu.

 

Innsavnað verður til arbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum, til hjálp hjá fíggjarliga trongdum familjum í Føroyum 

 

Fyrireikararnir boða frá, at øll eru vælkomin til felags gudstænastuna í Oasuni í annaðkvøld.

 

Mynd: oasan.fo