Siðvenja hevur verið fyri samstarvi millum kórini bæði, Eystanljóð og Tórshavnar manskór.
Fleiri ferðir hava kórini samstarvað um jólakonsert, og soleiðis verður eisini í ár.
Konsert verður í Gøtu kirkju sunnukvøldið 7. desember klokkan 16, og seinni sama dagin - klokkan 20 - verður konsertin endurtikin í Vesturkirkjuni í Havn.
Umframt kórini fer eisini Eivør Pálsdóttir at syngja á konsertini. Eivør hevur fyrr sungið saman við kórunum báðum, og á konsertini sunnukvøldið fer hon - umframt at syngja einsamøll - eisini at verða solistur hjá kórunum.
Kórleiðari hjá Tórshavnar Manskóri er nú sum altíð Bjarni Restorff, meðan Leif Hansen stjórnar kórinum úr Eysturkommunu.