Felags kristilig bønargonga

Um 300 fólk, úr fýra ymiskum samkomum, gingu sunndagin takkar- og bønargongu gjøgnum Runavíkar Kommunu. Endamálið var at takka fyri og biðja um Guds signing yvir alt virksemi í kommununi

Bønargongan byrjaði við kirkjuna á Glyvrum, gekk síðani gjøgnum Saltangará og út í Runavík, har skriv varð handað býráðum.
        Gongan var skipað soleiðis, at steðgað varð við fleiri støð á vegnum og Guds signing biðin yvir alt virksemið í kommununi, bæði andaligt og tímiligt.
        Dagny F. Højgaard frá missiónshúsinum á Glyvrum byrjaði við bøn og las ørindini úr fyrra brævinum hjá Timoteusi, har hann áleggur teimum trúgvandi at biðja fyri øllum meniskjum og øllum, ið høgt eru sett.
 
 
Eingin gloymdur
 
Undan bønarfylginum koyrdi trailari við forsangarum og spælarum. Sanghefti við fleiri enn 30 sangum var býtt út, og sangurin gekk lætt og væl, meðan gingið var gjøgnum bygdirnar, Glyvrar, Saltangará og Runavík.
        Jan Jacobsen úr samkomuni, Kelduni, í Skálafirði er ein av fyriskiparunum av hesum sjáldsama tiltaki.
        Hann sigur, at endamálið við bønargonguni er at standa saman um vinnulívsfólk og tey, ið eru sett at ráða. Eisini ynsktu samkomurnar alment at takka Gudi fyri, at kreppuárini fyrst í nítiárunum, so skjótt vendust til gullár.
        Men ikki bert vinnulívsfólk og tey, ið ráða fyri borgum, vóru við í bønunum hendan serstaka bønardagin.
Hjúnaløg, barnaansingar- og skúlans virksemi, fyrisiting og leiðslur og kirkjur og samkomulív, vóru øll løgd fram fyri hann, sum yvir øllum valdar.
        Eisini ynsktu samkomurnar at biðja um verju Guds móti tí ónda, og serstøk bøn varð biðin fyri teimum veiku og teimum, sum er illa fyri sosialt.
 
Borgarstjórin takkar
 
Uttan fyri býráðshúsið í Runavík, var borgarstjórin, Rodmundur Nielsen, saman við býráðslimunum komin at taka ímóti skrivinum frá samkomunum.
        Í skrivinum til býráðið, takka samkomurnar fyri ta vælvild, ið verður sýnd andaliga virkseminum, og fyri tað arbeiðið, sum býráðið ger fyri trivnaðin í kommununi.
        Eisini vísa samkomurnar á, hvørji bønarevni teirra fyri kommununi eru, og enda tær við at biðja Guds signing og varðveitslu fyri býráðslimunum og familjum teirra.
        Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, takkaði fyri positiva boðskapin í skrivinum. Hann segði, at tað er sjáldan, at býráð og ráðandi verða róst fyri sítt arbeiði, og at býráðið framhaldandi fer at royna at stýra kommuni við skynsamari hond.
        Eisini nýtti hann høvið at takka samkomunum fyri tað arbeiðið, tær gera millum børn og ung.
 
Uden mad og drikke
 
Takkar- og bønargongan, sum byrjaði klokkan 6 seinapartin, varð liðug, júst sum ætlað, klokkan 8.
Tá vórðu øll boðin til ein drekkamunn í samkomuhúsinum, Berøa, sum allar samkomurnar í felag høvdu skipað fyri.
        Løtan í Berøa var sera hugnalig. Fólk gleddust um væleydnaða tiltakið, góðu køkurnar - og um at síggja hvønn annan.