Felags stev fyri frælsari tjóð

Nýggjasta veljarakanningin vísir, at ein stórur meiriluti av fólkinum tekur undir við at skipa Føroyar sum frælsa tjóð. Trupulleikin liggur í politisku flokkunum. Okkum tørvar eina fylking fyri frælsi og fólkaræði í Føroyum.

Høgni Hoydal


Er 14. september ein sorgardagur? Ein dagur, har vit skulu drýpa høvur og minnast, hvussu lorkasliga politisku flokkarnir í Føroyum og ríkismyndugleikarnir fóru við fólkaræðinum eftir atkvøðuna í 1946?

Sjálvandi eiga vit at læra av søguni. Eitt søguleyst fólk, verður ikki ført fyri at skilja nútíðina og at taka felags avgerðir í framtíðini. Og vit kunnu jú skjótt staðfesta, at politisku flokkarnir hava ikki lært av søguni. Hon verður endurtikin aftur og aftur. Fyri 60 árum síðani valdi ein meiriluti av føroyingum loysing  hóast tað varð sett upp sum ein ræðumynd  og tey søgdu nei til at hava eitt avmarkað heimastýri í danska ríkinum. Men tað, sum fólkið hevði vrakað, varð sett í verk kortini við smávegis broytingum. Meirilutin á løgtingi samtykti heimastýrislógina uttan nakra nýggja fólkaatkvøðu.

Og søgan endurtekur seg. Seinastu árini hevur verið ein stórur meiriluti av veljarunum vilja skipað Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð. Men í fjør samtykti løgtingið tvær nýggjar heimastýrislógir  yvirtøkulógina og uttanríkispolitisku heimildarlógina. Tvær lógir, sum binda okkum fastari at Danmark og fyri fyrstu ferð viðurkenna, at Føroyar eru samansjóðaður partur av Danmark.

Ein gleðisdagur
Men 14. september er og eigur at vera ein merkisdagur. Ein merkisdagur, sum er er tann týdningarmesta hendingin fyri føroyskt fólkaræði í nýggjari tíð. Tá atkvøddi meirilutin av føroyingum fyri loysing og fyri eini frælsari tjóð  beint ímóti øllum forsagnum og tvørturum tað, sum politisku flokkarnir søgdu og vildu. Um meirilutin ístaðin hevði atkvøtt fyri danska stjórnaruppskotinum, so høvdu føroyingar fólkarættarliga limað seg inn í danska ríkið. Tá hevði fullveldisstríðið endað har, og vit høvdu verið ein sjálvvaldur partur av Danmark, við tí, sum hartil hoyrir.

Atkvøðan 14. september 1946 tryggjaði okkara sjálvsavgerðarrætt sum fólk í altjóða samfelagnum. Og síðani hevur henda avgerð verið grundarlagið undir tí áhaldandi stríðnum at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð og at skapa eitt sjálvberandi samfelag.

Og uttan hesa drívmegina, sum tað áhaldandi loysingarstríðið hevur verið, er sera sannlíkt, at Føroyar í dag høvdu verið sum onnur samfeløg, vit kenna, ið hava mist sín tjóðskaparliga samleika og hava mist sjálvræðisneistan. Vit kunnu taka dømir um lond sum NýFoundland, Hetland ella Orkneyoyggjar, sum spakuliga eru blødd burtur mentanarliga, politiskt og búskaparliga, meðan tey hava bundið seg inn í samleikan og skipaninar hjá øðrum tjóðum.

Fræið kemur undan
Fólkaatkvøðan í 1946 kundi havt verið sum eitt politiskt strev, ið varð jarðað, við at fólkið atkvøddi seg inn í danska ríkið. Men ístaðin gjørdist hon eitt fræ, ið varð sátt, og sum síðani hevur fingið tað at næla og grógva á so mongum økjum. Hóast urtagarðsstjórarnir ikki vildu lata træið vaksa frítt og uttan kunsttøð, soleiðis sum fólkið hevði valt.

Men vit kunnu siga við skaldinum:

Einaferð kemur tað undan,
alt tað, sum verður droymt,
tolið og livandi stundar,
fræið í moldum goymt

Hyggja vit at menningini í føroyska samfelagnum síðani 46  ella yvirhøvur síðani politiska floksbýtið fyri 100 árum síðani  so eru øll tey málini, sum hava flutt Føroyar framá og inn í nútíðina, júst tey málini, sum sjálvstýris- og loysingarrørslan hava stríðst fyri. Tað var ein stór og hørð mótstøða móti teimum politisku frælsismálunum í meirilutanum av politisku skipanini, men tá ið fræið hevði nælt nóg leingi, vórðu málini framd. Og tá kappast knappliga øll um at taka undir við teimum. Eisini teir politisku flokkarnir, sum stríddist ímóti.

Lat okkum taka málstríðið. Hvør kundi í dag yvirhøvur hugsað sær, at føroyska málið ikki var viðurkent í Føroyum? At tað ikki var undirvísingarmál, kirkjumál ella kundi brúkast í umsitingini? Tað var jú ein stór mótstøða móti tí millum teir valdu politikararnar í Føroyum. Men hvør sigur seg taka undir við tí í dag?

Ella tak stríðið fyri at fáa føroyskt fiskimark. Tað varð skírt óðamannaverk og ein meiriluti av politikarum vóru ímóti. Hvør tekur ikki undir við tí í dag?

Ella hvat við undirgrundini? Tað varð flent og gjørt gjøldur burturúr, at loysingarfólk vildu hava ognarrættin til undirgrundina. Vit hava ikki staðfestan ognarrættin enn, men umsitingin kom á føroyska hendur  og hvør vil vera ímóti tí í dag?

Ella tak stríðið fyri at fáa føroyskar hægri skúlar, føroyskt útvarp, føroyskt sjónvarp og so framvegis. Har var politisk mótstøða í Løgtinginum, men í dag siga øll seg taka undir við tí.

Og hvat við flogferðsluni? Hvussu var ikki politisk mótstøða móti føroyskum flogfelag  men í dag hava vit tvey.

Ella tak henda vælsignaða blokkstuðulin. Fyri bara 4 árum síðani varð tað skírt óðamannaverk og krystallnátt, at gera okkum leys av einum triðingi. Men hvør vil í dag hava hann aftur?

Alt tað, sum vit eru góð við og sum gevur okkum áræði og felags stev, eru tey málini, ið loysingar- og sjálvstýrisrørslan hevur staðið fyri. Víst hevur verið politiskt stríð, men tá málið er vunnið, standa vit saman um tey.

Tað sum skilir okkum í dag, tað savnar okkum í morgin.

Fólkið er ikki spjatt  men flokkarnir
Vit hava síðani 1946 hoyrt aftur og aftur, at fólkið er spjatt eins og í 1946  og at meirilutin av føroyingum ynskir ikki loysing og at gerast ein sjálvstøðug tjóð.

Men hvør sigur tað? Hvør veit tað? Eru tað ikki politisku flokkarnir í Føroyum og eisini danska stjórnin, sum ferð eftir ferð hava trúttað hetta niður í føroyingar, at vit eru ikki samd.

Men fólkið er neyvan serliga ósamt. Tað eru politisku flokkarnir, sum við at taka patent uppá fólkaviljan, vevja alt upp í saman  og royna at mála myndirnar so truplar og ógjørligar, at onki skal bera til.

Nýggjasta veljarakanningin, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Tjóðveldisflokkin, vísir, at ein stórur meiriluti av fólkinum tekur undir við einum frælsum Føroyum. At tað er ein lítil minniluti, sum er ímóti.

Allir politiskir flokkar  og sjálvsagt eisini Tjóðveldisflokkurin  mugu taka í egnan barm og ásanna, at tað sum gongur fyri seg á tingi og í Tinganesi, umboðar als ikki framtíðarmálini hjá Føroya fólki.

Okkara uppgáva er nú at savna tann stóra meirilutan, sum vil hava Føroyar at gerast ein part av heiminum og sum vil menna Føroyar sum eitt nútímans og frælst samfelag  har samhaldsfesti og eitt yðjandi mentanarlív, gevur okkum ein sterkan samleika sum fólk og einstaklingar.

Okkum tørvar eina fylking fyri føroyskum frælsi.