Tann 10. og 11. mai verður fundur í felagsgrunninum hjá Nuuk, Reykjavík og Tórshavn, har støða verður tikin til hvør fær stuðul frá felagsgrunninum. Hvør av kommununum letur 100 túsund krónur til grunnin árliga. Stuðul verður síðan latin eftir umsókn, og stuðul kann latast bæði einstaklingum og feløgum. Í ár eru sjey føroyskar umsóknir av tilsamans 19 komnar inn, sum verða avgreiddar á fundinum tann 10. og 11. mai.
Ætlanin var upprunaliga, at grunnafundurin skuldi haldast í Havn. Men vegna tess, at høvuðsstaðarráðstevnan varð løgd um somu tíð, og umboðini frá Íslandi, Grønlandi og Føroyum tí kortini komu at vera í Keypmannahavn samstundis, so varð avgjørt at halda fundin á Norðurbryggjuni.
Felagsgrunnurin umfatar Nuuk kommunustjórn, Reykjavíkar og Tórshavnar býráð. Endamál grunnsins er at styrkja samstarvið og at økja um upplýsing við millum annað at játta fíggjarligan stuðul til átøk innan mentan, undirvísing og ítrótt.
Býtið av stuðlinum verður almannakunngjørt eftir fundin mikudagin.
Hesum boðar Tórshavnar Kommuna frá í dag.