Felagsliðs HM er byrjað.
Setanardysturin var millum liðið hjá Lionel Messi, Inter Miami og Al-Ahly úr Egyptalandi. Dysturin var leiktur á Hard Rock leikvøllinum i Miami.
Dysturin endaði við javnleiki 0-0, ið var eitt vónbrot fyri heimafjøldina. Messi rakti træverkið á tveimum sinnum, og beint undan steðginum brendi Mahmoud Trezeguet hjá Al-Ahly eitt brotsspark.
61.000 áskoðarar vóru til setanardystin í Miami.
Hini bæði liðini í innleiðandi bólki A eru brasilska, Palmeiras og portugisiska stórliðið, FC Porto. Tey spæla í kvøld klokkan 23.
Heili 32 lið taka lut í HM fyri felagslið.