Útbyggingin av Zarepta á Vatnsoyrum er í fullari gongd, og í farnu viku var bygningurin tikin í brúk í eina løtu, tá luttakarar og leiðarar á Heystleguni 2013 savnaðust í nýggju, stóru høllini til felagssang.
Skarin, ið fyri tað nógva taldi ung í 15 til 17 ára aldri, sang “Lat gleðiboðskap frá Zarepta blaktra út”, samstundis sum hetta var endin á seinastu Zarepta-leguni í ár. Sangurin kann hoyrast við at trýsta á pílin omanfyri.
Á heimasíðuni hjá Zarepta kann lesast, at tann glaði felagssangurin hevur havt ein sentralan leiklut á legunum og sett sín serliga dám á tær, líka síðani farið var undir barna- og ungdómslegurnar í 1965.
– Tí var var stuttligt at sleppa at royna ein “Zarepta-sang” í nýggju, stóru høllini, sum er partur av nýggja gentu-húsinum, sum er í gerð, siga tey á heimasíðuni hjá leguhúsinum. Gongst alt eftir ætlan, verða nýggi bygningurin tikin í brúk næsta summar.