Tríggjar kvinnur frá feministisku mótmælisrørsluni, Femen, sum eru dømdar til fongsul í Tunis, tí tær har við berum yvirkroppi skipaðu fyri einum mótmæli, verða latnar leysar.
Sakførarin hjá kvinnunum, sum eru tvær franskar og ein týsk kvinna, sigur frá rættargongdini, at kvinnurnar bóðu um fyrigeving, tí tær høvdu skelkað fólkið í Tunis.
Fyri eini viku síðani fingu tær fýra mánaða fongsulsrevsing fyri at hava borið seg ósømiliga at og fyri at hava forbrotið seg ímóti almenna moralinum.
Nú er so líkt til, at kvinnurnar sleppa rímiliga snikkaleysar frá mótmælistiltakinum, tær skipaðu fyri í samhuga við og stuðli til tunesisku Femen-kvinnuna, Amina Sboui.