Skál við viskustykki
”Mormor” er navnið á nýggjari røð av keramikkskálum, har siðbundni køkurin møtir tí modernaða. Nýlærdi danski sniðgevin, Gry Fager, hevur longu nú vunnið nógva viðurkenning fyri stuttliga og vakra køkssettið, sum tekur støði í viskustykkjunum heima hjá ommu. Normann Copenhagen setti beinanvegin røðina í framleiðslu, tá fyritøkan fekk eygað á hana.
--
Kvinna – kenn tín bil!
Nú er ongin umbering longur. Næstu ferð tú steðgar upp, ber ikki til at senda boð eftir manninum ella sløkkiliðsbilinum. Sama um oljuperan lýsir reytt, dekkið er punkterað ella vinstra baklykt er brostin, kanst tú leita tær ráð og vegleiðing í nýggju bókini ”Kvinde kend din bil”. Skrivað av kvinnum fyri kvinnur. Enn eitt rætt stig á javnstøðuleið!
--
Vegleiðing til menn við súrum konum
Ert tú ofta súr við mannin? Gongur við lúna og spælir martýr í tímar og dagar? Nú er liðugt við tí! Tí júst í hesum døgum fylkjast mannfólkini í stríðnum móti súrum konum. Danski provokatørurin og kræsni kennarin, Mads Christensen, hevur skrivað eina vegleiðing til menn við súrari konu. Hvussu fái eg meira sex? Hvussu sleppi eg í býin við vinmonunum? Og hvussu fái eg hana í betri lag? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum høvundurin lovar at svara í bókini. Um tað eydnast, lata vit standa til konurnar at meta um.
--
AlVÁRliga lekkur
Várfrísk við nýggju lemon røðini frá The Body Shop.
--
Andlitsmaskur til heimabrúk
Lekrar heimagjørdar andlitsmaskur eru ofta minst líka góðar sum dýru merkini. Ger maskurnar til, smyr í andlitið. Lat sita í 10-20 minuttir og vaska væl av aftaná.
Hunangur og havsalt
Blanda tvær skeiðir av hunangi og eina teskeið av havsalti.
Eggjahvítamaska
Smyr eggjavíta á húðina, so tað følist sum hon strammar.
Avokado og jogurt
Mosa eina búna avokado og eitt sindur av jogurt.
Avokado og olivenolja
Mosa eina búna avokado og eitt sindur av olju.
Avocado, sitrón og eggjahvítar
Mosa eina búna avokado og eina súpuskeið av sitrón og ein eggjahvíta.
Kirnumjólk og agurk
Smyr eitt tunt lag av blaki í andlitið og á hálsin. Lat sita í 15 min. Legg dálar av agurk í eitt lag omaná og lat sita í 10 minutter. Tað ber eisini til at brúka jarðber í staðin fyri agurk.
Hunangur, havragrýn og banan
Blanda eina spísiskeið av hunangi og fimm skeiðir av morlaðum havragrýni og eina mosaða banan.
Fruktmaska
Mosa avokado ella jarðber og brúka tað til masku
Havregrýn, mandluolja, sitrón og avokado
Mosa tvær skeiðir av morlaðum havragrýni, tvær skeiðir av mandluolju, tvær skeiðir av sitrónsaft og eina hálva búna avokado.
--
Døgurðaslangur mennir minnið
Ein nýggj kanning hjá granskarum á lærda Berkely-háskúlanum í Californina, vísur, at hevur tú fingið ein døgurðaslang, lærir tú betri seinnapart. Sambært kanningini verður tú dølskari, tess longri tú ert vakin. Sambært videnskab.dk er orsøkin, at so hvørt vit troyttast, lata partar í heilanum aftur, ein fyri og annar eftir – akkurát sum ein harðdiskur.
--