Feministar anno 2016: Vit merkja mismun í gerandisdegnum

Hesar vilja varpa ljós á kvinnustríðið. Mynd: Álvur Haraldsen

Fýra kvinnur skipa fyri eini røð av tiltøkum undir heitinum DamuDomi. Tiltøkini skulu varpa ljós á kvinnuna og teir trupulleikar, nútíðarkvinnan møtir í sínum gerandisdegi. Og endamálið er eisini at gera upp við ónuanseraðu myndina av einum feministi anno 2016.

- Vit eru ikki reyðsokkar, og vit brenna ikki brósthaldarar. Men vit vilja prika til fólk, sum halda at kvinnan bara skal standa og síggja gott út, siga tær í samrøðu við Sosialinin. 

Tær fýra eru Christa Reynheim, Sunneva H. Eysturstein, Solveig H. Olsen og Turið Nolsøe. Í VikuskiftisSosialinum kanst tú lesa meira um, hví tær tóku stig til at fyriskipa DamuDomi.

Í samband við at føroyskar kvinnur hava havt valrætt í 100 ár, varpar VikuskiftisSosialurin hesa ferð ljós á kvinnustríðið. 