Fótbóltur
Tað var ikki nakað vánaligt lið, sum B36 hitti, tá teir í fjør taptu greitt fyri turkiska Fenerbache í Champions League undankappingini. At talan er um sterkt lið varð prógvað í gjár, tá italsku meistararnir úr Inter vitjaðu í Istanbul. Úrslitið gjørdist ein 1-0 sigur til heimaliðið, sum við hesum fekk staðfest søguna um, at Inter ofta hevur tað trupult í Europa.
Aðrastaðni gjørdist talan ikki um tær heilt stóru sensatiónirnar. Barcelona. Roma og Arsenal vunnu øll tryggar heimasigrar, meðan Manchester United vann tepran 1-0 sigur á útivølli móti vinarfelagnum, Sporting Lissabon.
Úrslitini mikukvøldið
Barcelona-Lyon 3-0
Rangers-VfB stuttgart 2-1
Roma-Dynamo Kiev 2-1
Sporting Lissabon-Man Utd. 0-1
Fenerbache-Inter Milan 1-0
PSV Eindhoven-CSKA Moskva 2-1
Arsenal-Sevilla 3-0
Slavia Prag-Steaua Bucharest 2-1