Ferðabrúgv, spælistøð og sýnisglugga

Enn er bólkurin, sum skrivar álit um støðuna hjá rútmiska tónleikinum í Føroyum, ikki liðugur við endaligu tilráðingarnar. Væntandi síðsti arbeiðsfundirin verður fríggjadagin, men longu nú kann Urd Johansen frá arbeiðsbólkinum avdúka nakrar ábendingar, sum breið semja er um í bólkinum

Tónleikur

Ein ferðabrúgv bæði sjóvegis og loftvegis er neyðug, um lættast skal um hjá føroyskum tónleikarum at gera vart við seg uttanfyri landoddarnar. Hetta er ein av breiðu semjunum í arbeiðsbólkinum, sum ger álit um rútmiskan tónleik í Føroyum.
Hetta er ein ásannan av, at kostnaðarmikla ferðingin aftur og fram úr Føroyum ger tað trupult hjá føroyskum bólkum at virka uttanfyri Føroyar, og at her er ein hjálpandi hand frá myndugleikum kærkomin.
Urd Johannesen er verkætlanarleiðarin í bólkinum, sum skrivar álit um støðuna hjá rútmiska tónleikinum. Tað eru Vinnuframagrunnurin og Mentamálaráðið, ið hava biðið um álitið, og arbeiðið verður umsitið av Menningarstovuni.

Spæli og venjingarstøð
Arbeiðsbólkurin er enn ikki liðugur við endaligu tilráðingarnar, men Urd Johannesen kann longu nú siga eitt sindur um tær breiðu semjurnar í bólkinum, sum hevur sína síðsta arbeiðsfund fríggjadagin, innan álitið verður endaliga avgreitt og skal til prentingar.
Breið semja er m.a um, at stórur tørvur er á venjingarhølum. Eisini er semja um, at tørvur er á einum spælistað, í øllum førum í miðstaðarøkinum.
Men Urd Johannesen ger vart við, at hesin spurningurin er eitt sindur størri, tí síðani kemur jú spurningurin um, hvør hevur ábyrgdina av hesum og í mongum førum verður hetta óivað eitt kommunalt mál.
Urd sigur, at arbeiðið í Mentamálaráðnum annars sum heild m.a. gongur út uppá, at betrast skal um umstøðurnar hjá tónleikaundirvísingini, Musikskúlanum, og kanska serliga í útjaðaranum er tørvur.

MIC sýnisglugga
Síðsti parturin av álitinum er spenandi. Her verður komið inn á møguleikan við Mic, einum Musicinformationcentre. Einum miðsavnandi kunningardepli. Og hetta kann t.d. verða ein portalur, ið er ein sýnisgluggi fyri føroyskan tónleik, bæði inn- og útefti. Og bæði fyri tónleikarar og fyrireikarar, tað vil t.d. siga festivalar.
- Her kunnu t.d. verða leinkjur til heimasíður hjá bólkum og festivalum, sigur Urd Johannesen.
Annars er álitið um føroyskan rútmiskan tónleik ein støðulýsing. Og hetta er galdandi bæði her heima, men eisini viðvíkjandi Norðurlondum og í heimshøpi.
- Hetta ásannandi, at Føroyar eru ikki avbyrgdar, sigur Urd Johannesen.

Liðugt í næstum
Álitið um rútmiska tónleikin í Føroyum verður liðugt í næstum. Í løtuni verður tað lisið ígjøgnum og arbeiðsbólkurin hevur væntnandi seinasta arbeiðsfund fríggjadagin. Tá verða endaligu tilráðingarnar gjørdar.
- Tær fara alment at snúgva seg um t.d. at arbeiðs miðvíst og at hava fingurin á pulsinum, sigur Urd Johannesen, sum enn ikki torir at siga neyvt, nær almenna framløgan av álitinum verður.
Men álitið, ella partar av tí, verða tøkir á heimasíðunum hjá Vinnuframagrunninum og Mentamálaráðnum í næstum.