Ferðabræv
New York
Nú hava vit verið her eina viku og hevur hon verið hendingarík. Vit møta
hvønn morgun a donsku missiónini, har gjøgnumgongd verður av øllum, sum
hendur og viðkemur teimum nevndum og ráðum, ið eru viðkomandi fyri donsku nevndina.
Alt er fleiri ferðir størri, enn ein er vanur við heimanífraá eisini
prísirnir, men her er almikið at síggja og uppliva. Nú hava teir helst ikki
postbod við somu servicu, sum vit kenna tað heima i Føroyum, men tað má
vera trupult at avgreiða post, tá húsini eru frá 20 til yvir hundrað
hæddir.
Sunnudagin vóru vit ein túr i Harlem til eina guðstænastu hja Firsth
Corinthian Baptist Church. Henda guðstænastan var ikki tað, ein afturhaldandi
kirkju- og missiónsmaður úr Føroyum er vanur við, men var hetta eitt ríkt
upplivilsi. Tvær innsavningar, klappan, sangur og talur, bøn og forbøn, sum
vardi í samfullar tríggjar tímar. Ein sera gódur andi var til staðar, og kom
eg at hugsa um orðini ur halgubók:
»Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at røkta.«
Hugsaði eisini um, hvussu okkara hirðar heima kundi fingið íblástur av sanginum og talunum, sum vóru nakað heilt fyri seg, og har ord og sangur vórðu framførd við likamsrørslum, sum gjørdu boðskapin viðkomandi og livandi.
Ein dagin vóru vit niðri vid World Trade Center. Har er ikki nógv eftir av
Twin Tower, og rýkur framvegis úr leivdinum. Ófatiligt at hugsa sær, at
ímyndin og stoltleikin hja New York kundi verda jarðlagt eftir so stuttari
tíð.
Tá vit gingu at lesa, lærdu vit sálmin »Kirkjan hon er eitt gamalt hús,
stendur um tornini falla. Torn sukku eftir torn i grús, klokkur enn kima og
kalla.«
Hesi orðini komu mær til hugs, tá ein sá hesa syrgiligu sján og øll folkini,
sum stóðu vid sorg og hugdu at.
Lyklaorðið er: » Á Guð vit líta, saman vit standa.« Hetta orðið er prentað
ymsataðni og er drívkraftin til at koma vidari.
Allastaðni veitrar tað amerikanska flaggið, og hevur hendingin 11. september verið vid til at knýta amerikansku tjóðina saman til eina eind.
Veðrið hevur verið gott ,og kom hitin fyrstu 5 dagarnar upp í 20 til 23
hitastig vid sól og klárum himli. Tað er framvegis klárt og gott veður, men
nakað kaldari.