Ferðafólk nummar 100.000 við nýggju Norrönu

Meira enn 100.000 ferðafólk hava siglt við Norrönu, síðani skipið fór í rutusigling 10. apríl. Ferðafólk nummar 100.000, Hervør Joensen, úr Kollafirði, fór um borð í Hanstholm í gjárkvøldið, saman við fimm øðrum ferðandi, sum vóru á ferðaseðli hennara. Tey vóru m.a. fagnaði við blómum og fingu eina mini-cruise í part til Noregs

Í gjárkvøldið kundi Smyril Line staðfesta, at ferðafólk nummar 100.000 kom um borð á Norrönu. Tað var Hervør Joensen úr Kollafirði og fimm ferðafelagar hennara, sum fóru um borð í Hanstholm á veg til Føroyar.
Skiparin, Henrik Hammer, Danny Christensen, hotelstjóri umborð, , Allan Streymoy, móttøkuleiðari og Aage Bruun, stjóri Smyril Line Danmark, tóku ímóti teimum seks ferðafólkunum við blómutyssum og gávum, og skiparin handaði teimum eitt gávubræv á eina mini-cruise í part til Bergens.
Á kømrunum varð borðreitt við frukt, góðgæti og leskidrykkjum, og í kvøld hevur Smyril Line boðið ferðalagnum hjá ferðafólki nummar 100.000 at eta í Norröna Buffet.
Umframt Hervør Joensen eru Joan Joensen, Kitty Madsen og børnini Dóra Joensen, Jensia Joensen og Vivian Madsen í ferðalagnum.
Óli Hammer stjóri í Smyril Line fegnast um gongdina, síðani Smyril Line yvirtók Norrönu frá Flender Werft í Lübeck 7. apríl í ár og setti skipið í regluliga rutusigling 10. apríl.
? Nógv hava sjálvandi hug at royna nýggja skipið, men hetta er ikki bara nýfikni. Talan er um veruliga framgongd, tá vit longu nú flyta ferðafólk nummar 100.000 við nýggja skipinum og samstundis hava í huga, at gamla Norröna flutti 87.000 ferðafólk alt árið í fjør, sigur Óli Hammer, sum vísir á, at síðani 10. apríl hava í miðal 735 ferðafólk verið umborð á Norrönu um dagin.
Á ferðini hesaferð úr Hanstholm til Tórshavn eru umleið 1.000 ferðafólk og 300 bilar.