Thomas Arabo
Fá ting kunnu øsa føroyingar so nógv, sum spurningurin um flutning. Tað veri seg berghol, vegir, ferjur og ikki minst uttanlandasigling.
Hetta eru spurningar, ið viðkoma øllum og øll hava skil fyri, so ella so. Antin sum brúkari ella sum eygleiðari.
Nú er so tjak aftur um uttanlandasiglingina aftan á frið í eini 10-15ár.
25 ár eru liðin síðani ferðafólkaflutningsvinnan sjóvegis til okkara grannalond tók seg upp. Ikki var tað friðarligt at arbeiða við tí, men síðan Smyril Line byrjaði í 1983, hevur verið meira friður enn áðrenn.
Nú er tað so blivið ein vinnugrein har eini 150 fólk hava sítt lívsstarv. Føroyingar eru einsamallir á marknaðinum. D.F.D.S. gavst við sínum virksemi og íslendingar royndu seg eitt ár - tað miseydnaðist. Helst tí teir høvdu undirmett uppgávuna.
Sostatt má metast at føroyingar á hesum øki hava dugað betur enn aðrir - og hava eina vitan um hesa sigling, sum aðrir ikki hava.
Sostatt hava útlendskar fyritøkur lítlar ella ongar fyritreytir at ráðgeva um henda spurning.
Smyril Line hevur nú afturat summarsiglingini í næstan tríggjar vetrar havt sigling uppá Føroyar.
Endamálið var at vita um grundarlag var fyri ferðafólkaflutningi, har tað, at fáa sín egna bil við, skuldi verða gularótin, og vita um tað var onkur tørvur, serliga hjá teimum, ið selja feskar kvalitetsvørur, ikki var nøktaður.
Hesar royndir hava gingið hampuligt, so tá ið felagið nú stóð fyri trimum framtíðar valmøguleikum, so valdi man at royna at endurnýggja seg við nýggjum rakstrartóli.
Hinir møguleikarnir vóru at doyggja spakuliga við gomlu Norrönu ella selja alt til hægstbjóðandi.
Uppgávan at endurnýggja bleiv ikki løtt tað vistu øll íð tóku avgerðina og tað skuldi ganga væl í hond um hetta skuldi koma at rigga.
Àr 2000 gekk ikki væl í hond og tann fortjenastan , ið var væntað kom ikki.
Hettar skeiklaði alt projektið og nú verður so arbeitt við at fáa tað á beint aftur.
Tann, sum hevur upplivað øll rokini, ið hava verið um uttanlandasigling leggur til merkis, at aftur hesu ferð er tað farmaflutningurin, ið mest tjak er um.
Um tað er nakað serføroyskt at vit skula buka okkara egnu veit eg ikki, men tá ið útlendingar ota seg inn á okkara markna, tá er champagna, kransakaka, smíl og ikki minst - tøgn.
Norröna hevur í dag eina flutningsskipan, sum er ørðvísi enn aðrar. Viðskiftafólk eru sum heild nøgd og gjalda fyri hesa tænastu.
Nýggja Norröna hevur somu skipan, men nógv størri kapacitet. Hesin stóri kapacitetur kann verða ógvuliga hentur hjá teimum alifyritøkum, sum selja á spotmarknaðinum og skula hava stóra nøgdir til marknað tá ið prísurin er í topp.
Harafturat fáa tær dugnaligu lastbilafyritøkurnar, ið vit nú hava fingið, møguleika at gera flutningsskipanir inn í onnur lond.
Í øðrum londum er tað slíkar fyritøkur, ið taka sær av at handfara góðs og ikki reiðaríðir. Sum dømi kann nevnast at DFDS nú um dagarnar seldi sína lastbilfyritøku og røkir nú bert flutning frá kei til kei.
Í øllum hesum fraktprátinum, ið vit síggja í bløðunum, so er tað líkasum tað er gloymt at vit tosa um eitt ferðamannaskip, ið skal ,sum høvuðsuppgáva, hava ferðamannaflutning. Tað er lívsgrundarlagið hjá Smyril Line.
Summarsiglingin er tann, ið er og verður høvuðsgrundarlagið hjá felagnum.
Um tað hendir at vit spæla av við Smyril Line - og hetta kan henda um tað ikki eydnast at fáa nóg mikið av kapitali til vega - so hava vit mist ferðingamøguleikan sjóvegis með alla.
Sum oyggjabúgvar, so hugsi eg at tað vil merkjast ógvuliga svárt, at vit ikki hava valmøguleikan, tá ið vit skulu uttanlands og møguleikin fyri ferðing við bili sjóvegis fellur burtur.
Harafturat skal hugsast um hvussu stóran part flutningsinntøkurnar hjá felagnum muna í inntøkurokniskapinum hjá ferða-vinnuni.
Eitt sindur ironiskt vil tað verða um vinnugreinin sjóvegis ferðafólkaflutningur, ið yvirlivdi kreppuna, nú fer fyri bakka í eini tíð, har vinnan gongur væl, samfelagið er væl fyri og okkara góði banki fær medalju í danska ríkinum fyri at tjena pengar og hava metyvirskot.
Jú, pengar eru til - tað eru kanska ov fá, ið føla seg sum oyggjabúgvar ella?..?