Skiparin á stóra ferðafólkaskipinum Brilliance of The Seas, sum skuldi koma í Norðhavnina í Klaksvík í morgin, hevur avlýst vegna veður. Ístaðin fer skipið beina leið til Íslands.
Cruisesamskiparin í Klaksvík, Finn Johannesen sigur annars, at tað hevur verið ein leikur at fingið samansjóðað tilboð, kunning, útferðir og møguleikar til tey vitjandi í summar.
Nú verður tikið samanum við ein eftirmetingarfundi kanska longu í hesi vikuni, og so verður sett út í kortið til enn fleiri vitjanir komandi ár.