– Vit halda okkum neyvt til tey boð, vit fáa frá myndugleikunum.
Tað sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari í Havn.
Næsta fríggjadag, tann 20. mars, kemur ferðafólkaskipið, Astoria, til Havnar. Tað kemur úr Reykjavík og úr Føroyum fer tað til Lerwivk í Hetlandi.
Tað liggur her í 10 tímar leygardagin, frá klokkan átta á morgni til klokkan seks á kvøldið. Skipið er av teimum smærru ferðafólkaskipunum, tað er 160 metrar langt, ella sum Norrøna, men havnarmeistarin veit ikki, hvussu nógv ferðafólk eru við.
Men í sambandi við royndirnar at forða fyri, at smittan við corona breiðir seg, hevur nógv verið tosað um at sýta ferðafólkum av ferðafólkaskipum, sum hesum, at koma í Land. Í Bergen hava myndugleikarnir gjørt av, at tey sleppa ikki í land.
Jónsvein Lamhauge sigur stutt, at tey taka onga avgerð í so máta.
– Hetta er ikki okkara avgerð at taka, hetta er ein spurningur, landsmyndugleikarnir mugu taka støðu til, sigur hann.
Hann sigur, at tey fara at rætta seg neyvt eftir teimum boðum, sum koma frá myndugleikunum í so máta.
Tá ið Astoria hevur verið her, verður eitt glopp í, tí næsta ferðafólkaskipið kemur ikki fyrr enn 18. mai.