Ferðafólkatalið hjá Atlantic Airways vaks fyrsta ársfjórðing
Úrslitið hjá Atlantic Airways fyrsta ársfjórðing í 2013 var eitt hall eftir skatt á 2,7 mió. kr. samanborið við 4,3 mió. kr. í halli sama tíðarskeið í 2012. Fyrsti ársfjórðingur er vanliga lakur, men fyrsta ársfjórðing í ár vaks ferðafólkatalið 14 prosent samanborið við somu tíð fjør, úr 36.253 ferðafólkum upp í 41.155. Fleiri bíligari ferðir vóru høvuðsorsøkin Á grundrakstrinum øktist inntjeningin 91 prosent, úr 7 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør upp í 13,4 mió. kr. í ár. Samlaða sølan vaks úr 92 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør upp í 104 mió. kr. sama tíðarskeið í ár.
Vit hava havt ein munandi vøkstur í flúgvingini. Hann hevur staðist av, at vit hava boðið ferðafólkum fleiri bíligar ferðaseðlar, og páskaferðslan var fyrr í ár enn í fjør, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Airbus 319-flogfarið varð sett í flúgving 28. mars í 2012, og tá fyrsti ársfjórðingur í ár var runnin, hevði flogfarið verið í flúgving í júst eitt ár. Fyrsta árið við nýggja flogfarinum hevur hepnast sera væl.
Flogfarið hevur roynst serstakliga væl, sama hvør árstíðin hevur verið. Vøksturin í útboðnum av plássum hevur skapt størri eftirspurning, men rúm er fyri meira vøkstri. Framkomna RNP AR-navigatiónstøknin hevur økt um regularitetin, og næsta stigið verður at taka næsta Airbus-flogfarið í nýtslu í juni, sigur Magni Arge.
Fyrsti ársfjórðingur er vanliga tann lakasti í allari evropeiskari flúgving. Kortini er talið á ferðafólkum við rutufløgførunum hjá Atlantic Airways vaksið 14 prosent, og leiguflúgvingin er eisini økt. Í sambandi við 25 ára haldið seldi felagið 4.000 flogferðaseðlar fyri 746 krónur hvønn vegin upp á fáar dagar.
Útlitini fyri vøkstri næstu mánaðirnar eru góð. Eitt nú lækkar rentan hjá føroysku húsarhaldunum, og prísirnir á ferðing millum lond lækka eisini, tá almenna ferðaavgjaldið minkar við eini helvt. Fyri alt árið vænta vit eitt betri úrslit enn í fjør, tó at fyrivarni skal takast fyri óvæntaðum útreiðslum og herdari kapping, sigur Magni Arge.
Síðan 2009 hevur Jens Wittrup Willumsen verið nevndarlimur í Atlantic Airways. Hann er eisini nevndarformaður í Grønlandsfly og metir tað ikki longur vera hóskandi at vera í báðum nevndunum. Hann hevur tí gjørt av at fara úr nevndini hjá Atlantic Airways 15. mai. Felagið hevur eykaaðalfund 19. juni at velja nýggjan nevndarlim.