Ferðafólkini komin

Palli Lamhauge hevur longu úr at gera, hóast ferðafólkatalið enn ikki er komið hæddina

Dagfinn Olsen & John Johannessen



Verkfallið hjá Starvsmannafelagnum er av, men hóast hetta, so liggja bátarnir hjá Palla Lamhauge ikki við bryggju Inni á Fjørð í Vestmanna. Ferðafólk eru longu byrjað at vitja land okkara. Týsdagin vóru báðir bátarnir hja Palla fleiri ferðir at síggja á fjørðinum. Millum tey ferðandi var ein skúlaflokkur úr Danmark. Palle letur væl at og hevur úr at gera, hóast ferðafólkastreymurin enn ikki hevur nátt hæddirnar. Men longu nú merkist summarið, hoást kavin eisini sæst í fjøllunum kring Vestmanna.