– Ferðafólkini mugu bara koma til tíðina

Tað er ikki bara-bara at lata hurðina á farðstøðina á Krambatanga standa opna

Eingin hevur ábyrgdina av upplatingartíðunum á farstøðini á Krambatanga, har ferðafólk ikki sleppa inn at bíða, uttan so at tað er ein hálvan tíma áðrenn ella aftaná fráferð.

Tað tykist tað í øllum førum sum, nú bæði Landsverk og Strandferðslan kasta ábyrgdina frá sær – og á hvønn annan. 

Landsverk eigur bygningin, men Strandferðslan brúkar bygningin.

– Vit hava einki við upplatingartíðirnar at gera. Vit hava bara teknisku ábyrgdina av honum. Strandferðslan tekur sær av øllum, sum hevur við raksturin av bygninginum at gera, sigur Bogi Haraldsen frá Landsverk.

Hann sigur, at fyri hansara skyld, so kann Strandferðslan væl broyta upplatingartíðirnar, tí hetta hevur sambært honum einki við Landsverk at gera. 

Men hetta ber ikki til, sigur Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni.

– Hatta er ein gjøgnumgangsstøð, tá Smyril kemur og ferð. Okkara farmafólk lata upp í sambandi við komur og fráferðir. Tað ber til hjá okkum at hava hesar upplatingartíðir, tí vit hava farmafólk, sum koma hálvan tíma áðrrenn og aftaná, sigur Hilmar Eliasen.

Les eisini: Ferðafólk sleppa ikki inn – mugu bíða úti í regninum

– Um mann vil hava, at farstøðin skal vera eitt stað, har fólk uppihalda seg, so má mann seta fólk, sum kunnu sita har og umsita bygningin, og reingerðarfólk skulu eisini setast. Tað kostar pengar. Eg havi fingið forklárað, at hetta var ein loysn, mann hevði fyri 7-9 árum síðan, tá kommunurnar høvdu eitt felags átak um ferðavinnu í oynni. Tá hevði mann eitt fólk, sum sat har hálva tíð. Hví tað steðgaði, veit eg ikki, sigur Hilmar Eliasen. 

Ber ikki til at hava opið uttan at seta eyka fólk?

– Tað má Landsverk svara uppá. Vit eiga ikki bygningin, men hava bara nýtslurætt til hann, tá Smyril kemur og fer. Um herverk verður gjørt á bygningin, so er tað ikki Strandferðslan, sum heftir við tað, men Landsverk. Onkur má hava ábyrgdina av bygninginum. Hann kann ikki bara standa opin, sigur Hilmar Eliasen.

Men hetta er ikki nakað, sum Strandferðslan hevur arbeitt uppá.

– Vit hava mær kunnugt ongan fyrispurning fingið frá Strandferðsluni um hetta, sigur Bogi Haraldsen frá Landsverk.

Hilmar Eliasen sigur eisini, at sjálva Strandferðslan fer ikki at seta eyka fólk til hetta.

– Tað er ikki uppgávan hjá okkum. Tað mugu vera kommunurnar, sum gera tað. Um Strandferðslan hevði havt ábyrgdina, so høvdu vit eisini tikið eina avgerð. Men vit fáa ikki gjørt nakað, sigur Hilmar Eliasen.

##med2##

– Hvar koma hesi fólkini frá?

Men hvørja meining hevur Strandferðslan um, at ferðafólk við Smyrli kunnu rokna við, at bíða úti í regni og kulda beint uttan fyri eina stongda farstøð?

– Eg haldi, at spurningurin eigur at vera, hvar hesi fólkini koma frá. Eru tey ikki komin for tíðliga? Hví standa tey har, tá einki skip er? Vit hava opið í sambandi við komur og fráferðir. Tað handlar bara um at koma til tíðina, tá skipið siglur, sigur Hilmar Eliasen.

Tí er tað bara synd, um mann verður noyddur til at bíða úti.

– Um eg skal flúgva, so fari eg ikki vestur í Vágar fimm tímar aðrenn, flogfarið flýgur, sigur hann.

Hilmar Eliasen sigur til síðst, at tað ikki er ómøguligt, at hetta verður broytt. Men tað krevur eftir øllum at døma eina øgiliga viðgerð.

– Um onkur vil taka sær av tí og hava tað opið og reint, so er einki problem fyri okkara viðkomandi. Um land, fólk og kommunur ynskja hetta og játtar tað sum skal til. Tað krevur, at partarnir seta seg niður og hyggja eftir, hvørjar avtalur skulu inngangast við hvønn annan, sigur hann.