Ferðamannasiglingin undir Vestmannabjørgini og fuglurin

Í Dimmalætting 31. januar sigur Bjarki Skúvdal sína meining um siglingina við ferðafólki undir Vestmannabjørgini og ávirkanina á fuglin. Orsøkin var ein stubbi, sum var sendur í Degi og viku, eftir at Vinnumálastýrið og Ferðamannráðið høvdu havt ein evnisdag um økismenning og burðardygga ferðavinnu, har eg helt, at siglingin undir Vestmannabjørgini neyvan var burðardygg.

Bjarki, sum hevur siglt undir Vestmannabjørgini við ferðafólki í nógv ár, metir ikki, at siglingin ávirkar fuglin. Hann metir, at fuglurin, sum er minkaður nógv seinastu árini í Vestmannabjørgunum, fer ikki at økjast munandi, fyrr enn fult er í teimum góðu støðunum sunnanfyri.

Eitt mark er fyri, hvussu nógv fuglurin tolir
Eg haldi haraftuímóti, at tað er eitt mark fyri, hvussu nógva sigling fuglurin tolir, og eg eri bangin fyri, at siglingin undir Vestmannabjørgini við ferðafólki hevur verið oman fyri hetta mark í nógv ár. Tað er tó sera torført at prógva at so er, tí náttúrligar broytingar fara alla tíðina fram í fuglastovnunum, og tað er torført at siga, hvørjar broytingar koma av ferðavinnuni, og hvørjar eru náttúrligar, men um fuglurin fyrst er rýmdur úr einum bergi, kunnu vit ikki bøta tað aftur. Tí haldi eg, at vit eiga at vera sera varin og seta reglur fyri, hvussu ferðavinnan kann bera seg at undir bjørgunum.

Vinnumálastýrið vil fleirfalda ferðavinnuna
Vinnumálastýrið hevur við Ferðaráð Føroya sett sær sum mál at fleirfalda ferðavinnuna á einum burðardyggum grundarlagi. Av tí at ferðafólk oftast koma fyri at uppliva náttúruna, er neyðugt, at ferðavinnan ikki spillir náttúruna, um vinnan skal vera burðardygg. Onga aðra staðni er so nógv ferðsla, sum undir Vestmannabjørgunum, men siglt verður t.d. eisini við ferðafólki undir Hestoynna, Nólsoynna, Sandoynna, Skúvoynna, Enniberg, Mykines, Sørvágsbjørgini og St. Dímun. Fáa staðni ber tó til at sigla so nær, sum undir Vestmannabjørgunum, men kortini er tað allastaðni vandi fyri at órógva fuglin, og má hetta havast í huga, tá ið hugsað verður um at økja ferðavinnuna. Ein máti at verja bjargafuglin er, at seta eitt mark fyri, hvussu nær loyvt er at sigla, meðan fuglurin er í berginum. Ymiskt er hvussu onnur lond hava sett hetta markið. Í Canada er t.d. ikki loyvt at sigla nærri enn 100 m frá lomvigabjørgum, undir summum grønlendskum bjørgum er markið 500 m, í Ruslandi 1000 m og í USA 100-1600 m. Eitt slíkt mark kundi verið sett uttan um lomvigabjørgini, frá tí at lomvigan byrjar at verpa mitt í mai, til pisurnar eru farnar fyrst í august.

Tann ungi fuglurin fær ikki frið
Tað, sum eg eri mest bangin fyri í sambandi við ferðamannasigling undir bjørgunum, er, at tann ungi fuglurin, sum liggur á sjónum undir bjørgunum og situr á helluni undir bjørgunum, ikki fær frið, men alla tíðina verður rikin út frá. Hetta er fuglur, sum er 2-4 ára gamal og skal taka við og verpa sum 5 ára gamal. Hesi árini nýtur hann at kunna seg við bergið og finna sær ein maka. Hesin fuglur ferðast eisini ímillum bjørgini, og finnur hann eitt pláss, har betur friður er, so verður hann verandi har. Tá ið ein er undir Vestmannabjørgunum, sæst lítið av fugli á sjónum, men hann tykist at vera spakur, og kortini fer hann út frá landi. Havast skal eisini í huga, at vit síggja bert tann spaka fuglin ? ikki tann fuglin, sum møguliga er rýmdur. Av tí at hesin fuglur bert heldur til undir bjørgunum í eini tvey ár venist hann ikki við bátarnar frá ár til ár.

Riturnar eru minkaðar enn meira í tali enn lomvigurnar
Riturnar eru minkaðar enn meira í tali enn lomvigurnar (sí mynd), men tær eru vanliga ikki so staðbundnar sum lomvigurnar, og náttúrligar broytingar í ritustovninum eru ofta størri enn í lomvigastovninum. Tað er tó ikki óhugsandi, at ferðavinnan eisini her hevur skundað undir minkingina.

Fyrr var nógvur fuglur undir Vestmannabjørgunum
Fyrr var nógvur fuglur eystur undir landi og til bar at reka lomvigurnar, sum lógu inni á Seyðskorargjógv upp á land. Gjógvin endar við einum holi har urð er innast á botninum, og við tveimum til fýra bátum bar til at reka ein part af lomvigunum upp í urðina, har tær vórðu tiknar. Hetta kundi bara gerast í allar besta veðri og ymiskt var, hvussu nógv kom burtur úr, men vanligt var, at teir fingu einar 50-200 fuglar ein rakstur, og teir kundu reka nakrar ferðir hvønn dag. Tann besta dagin fingu teir um 5.000 lomvigur til samans. Síðani seinast í 1950 árunum er fuglurin minkaður og fyrst í 1960 árunum góvust teir at reka upp á gjónna. Fuglurin helt tó fram við at minka, og í 1972 sendu vestmenningar skriv til Løgtingið um at friða lomviguna móti allari veiðu á sumri. Tað gingu tó 8 ár, áðrenn nøkur friðing kom í lag. Minkingin hevur tó hildið fram í Vestmannabjørgunum øll hesi árini (sí mynd), og ongi tekin eru um nakran bata, hóast framgongd hevur verið í Høvdanum á Skúvoynni seinastu 10 árini (sí mynd). Spurningurin er tí, um ikki eisini ein framgongd kundi havt verið í Vestmannabjørgunum, um tey høvdu fingið líka góðan frið, sum Skúvoyarbjørgini. Hetta er sjálvandi torført at meta um, tí tað kunnu vera aðrar orsøkir til hendan munin, t.d. at meira føði er sunnanfyri enn norðanfyri. Um so er, at tær náttúrligu umstøðurnar eru verri norðanfyri enn sunnanfyri, so skal enn minni til, áðrenn ferðamannasiglingin árógvar fuglin so nógv, at hann flytir.

Hvør hevur rættin at sigla við ferðafólki undir bjørgunum?
Á landi eru ognarviðurskiftini sum oftast greið. Bjørgini eru vanliga býtt ímillum ognarmenninar í bygdini, sum bjørgini hoyra til, og ikki er loyvt at fara í land uttan loyvi frá eigarunum. Men hvør eigur rættin til at sigla við ferðafólki undir bjørgunum? Skulu tað vera teir, sum eiga bjørgini, fólk úr bygdini/kommununi har bjørgini hoyra til, ella skulu øll kunna sigla sum higartil? Hetta er ein frí vinna, har ongin avmarking er av nøkrum slag. Øll kunnu sigla við ferðafólki, sum hava góðkendan bát og manning. Fyri fuglin hevur hetta ongan týdnig, bara tað eru greiðar reglur, sum verja fuglin undir øllum umstøðum, men sum nú er, eru ongar reglur fyri, hvussu nær ein kann sigla, ella hvussu leingi ein kann vera undir bjørgunum, og vit kunnu bert ímynda okkum, hvussu skilið verður, um ferðavinnan verður fleirfaldað, sum ætlanin er, og frí kapping verður um tilboðini um sigling undir bjørgunum.

Niðurstøða
Skal ferðavinnan vera burðardygg og byggja á ta óspiltu náttúruna, er umráðandi, at reglur verða gjørdar, so ferðafólkini ikki eru við til at spilla náttúruna. Tann útferðin, sum flestu ferðafólkini fara í sambandi við fugl, er undir Vestmannabjørgini, og hendan vinnan lýkur neyvan slík krøv. Her mugu eisini greiðar reglur setast fyri, hvør skal seta krøvini, og hvør skal hava eftirlitið.